Hann hevur royndarvant í fleiri donskum feløgum í vetur, og sunnukvøldið kundi Potalurin fortelja, at høgri bakkurin var á veg at gera sáttmála við Vendsyssel FF.
Les eisini: Ari Olsen kann geast liðfelagi við Emil Grønn Pedersen í Danmark
Í dag eru tíðindini váttaði:
- Vendsyssel FF hevur gjørt sáttmála við 27-ára gamla føroyska høgra bakkin Ari Olsen, sum hevur verið til royndarvenjing í felagnum seinastu vikurnar. Ari Olsen skiftir úr Víkingi og hevur gjørt sáttmála, sum er galdandi fyri eitt og eitt hálvt ár.
Soleiðis skrivar felagið úr Hjørring á heimasíðu sínari. Har verður eisini staðfest, at nú fyrrverandi Víkingurin skal spæla við nummar 23 á rygginum í Danmark.
![]()
Ari Olsen í Conference League-dysti í Belfast í august. Hann hevur verið fyrsta val á høgra bakki hjá Víkingi størsta partin av seinastu seks árunum (Mynd: Sverri Egholm)
Vendsyssel spælir í triðbestu donsku deildini, og nú vetrarsteðgur er, liggur nýggja liðið hjá Ari Olsen á 6. plássi - fimm pláss frá uppflyting.
Í Norðurjútlandi satsar man tó, og nýggjur peningur er fyri kortum komin inn í felagið. Í síðstu viku kunngjørdi Vendsyssel FF Emil Grønn Pedersen sum nýggjan spælara. Danski áleyparin skoraði samanlagt 21 mál fyri HB í fjør.
- Ari er arbeiðssamur og viljasterkur - ein føroyingur afturat í røðini
Harvið verður Ari Olsen liðfelagi við millum annað Emil Grønn Pedersen. Skjóti strandingurin hevur áður royndarvant uttanfyri Føroyar og verið settur í samband við onkur feløg, men hetta er fyrstu ferð, at hann skal spæla uttanlands.
Og sum Vendsyssel skrivar, so stígur Ari Olsen í fótafeti á øðrum føroyingum, ið hava verið í felagnum. Nevndir verða landsliðsspælararnir Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard Egilsson Olsen.
Hesir høvdu allir heimavøll í Hjørring, tá liðið spældi í næstbestu donsku deildini. Í 2018/2019 var Vendsyssel fyri fyrstu, og higartil einastu ferð, í Superliguni. Tað var við Jens Berthel Askou, ið stutt seinni fór til HB, sum venjara.
Nú roynir Vendsyssel at koma uppeftir aftur, og Jens Hammer Sørensen, ítróttarstjóri, er nøgdur við nýggja føroyingin.
- Ari hevur víst seg ógvuliga væl fram tær fyrstu vikurnar í 2026. Serliga er tað hansara arbeiðssemi og viljstyrki, sum hava bergtikið venjaratoymi. Vit vænta nógv av hesum nýggja spælaranum.
Ari Olsen er uppvaksin í Skála ÍF. Síðani 2020 hevur høgri bakkurin umboðað Víking og vunnið Løgmanssteypið (2022) og FM har (2024)
Dagført: 13.36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald