Hondbóltur

Hetta er skelkandi - inn í bussin sum frystir høsnarungar og koyra í yvir fýra tímar

Og EHF er sum ein skundverðaketa: Lagt verður ikki í góðskuna ella spælararnar - tað skal vera "show", og tað er ein katastrofa. Dagur Sigurðsson var ikki mjúkur mótvegis EM-skráini og EHF, tá kroatiski venjarin í dag tosaði á tíðindafundi, sum hann ikki vildi verða til.

- Vit fóru seinni í gongd enn hini liðini, og skuldu í gjár spæla annan dystin innan eitt samdøgur. Tað er skelkandi...tað sigur seg sjálvt, at tað ikki verður hægsta góðska, glepsaði Dagur Sigurðsson millum annað (Mynd: EPA)

- Vit fóru seinni í gongd enn hini liðini, og skuldu í gjár spæla annan dystin innan eitt samdøgur. Tað er skelkandi...tað sigur seg sjálvt, at tað ikki verður hægsta góðska, glepsaði Dagur Sigurðsson millum annað (Mynd: EPA)

2026-01-29 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg noyðist fyrst og fremst at siga, at eg ikki havi havt tíð at hugt uppá dystin móti Týsklandi í morgin, tí vit nústaðni eru komnir á gistingarhúsið seinnapatin (14.30 lokala tíð), og so noyddist eg at koma her - koyra 35 minuttir afturat fyri at vera við til hetta sirkusið. So skal eg koyra 35 minuttir aftur til Silkeborg og vera har einaferð millum klokkan 17 og klokkan 18. Og vit búgva ikki eingongd tætt við venjingarhøllina!

- Eg havi ikki havt fund ella venjing við liðnum í dag, og hetta staðfestir, at evropeiska hondbóltssamgongan (EHF) ikki leggur nakað í spælararnar ella liðini: Hatta er sum ein "fastfoodketa": Lagt verður ikki í góðskuna, tað er bara at selja. EHF er bara sum eitt felag, sum stendur fyri stórum tiltøkum: Tey bólka nøkur nøvn, gera eitt gott "show" og sovornar tíðindafundur...tað er líkamikið fyri EHF, um vit hava havt ein túr á yvir fýra tímar úr Malmö, har vit skulu upp tíðliga í morgun og út í ein buss sum nakrir frystir høsnarungar.

Har komu ikki nakrir flokslar og setningar sum, at tað verður "ein spennandi men trupul hálvfinala móti Týsklandi í morgin, men vit fara at gera okkara", tá Dagur Sigurðsson tók orðið á almenna tíðindafundinum í Herning í dag. Íslendski venjarin hjá Kroatia var sintur og loysti frá posabandinum dagin fyri EM-hálvfinaluna. 

Til ber at síggja útsøgnina (á enskum) og lesa hana (á donskum) her

Tað var ein røð av tingum, sum venjarin hjá Kroatia var ónøgdur við. Eitt var langi busstúrurin úr Skåne í dag. Eitt annað var, at kroatiski hópurin býr í Silkeborg og ikki í Herning, har hálvfinalan verður í morgin. So vóru tað ymisku ákærurnar mótvegis evropeisku hondbóltssamgonguni - millum annað um órættvísi í samansetingini av skránni, og um at hædd ikki verður tikið fyri spælarunum.

- Vit fóru seinni í gongd enn hini liðini, og skuldu í gjár spæla annan dystin innan eitt samdøgur. Tað er skelkandi...tað sigur seg sjálvt, at tað ikki verður hægsta góðska: Tá spælarar skulu spæla sjey dystir innan so stutta tíð; við í mesta lagi hvíld í tveir dagar. Hetta er ikki "Pure Greatness", sum annars stendur her (slagorðið fyri EM-endaspælið, red.) Sig bara nær eg sleppi avstað aftur frá hesum tíðindafundini...helst skjótast gjørligt.

[object Object]
Mynd: EPA

Dagur Sigurðsson vísti á, at Kroatia spældi bæði týsdag og mikudag, fyri síðani at skula koyra langan tein til Silkeborg í einum ov lítlum bussi. Hetta meðan Týskland, mótstøðuliðið í morgin, býr í Herning, hevur spælt har allatíðina og hevur havt longri hvíld.

Onkur mynd á koatisku miðlunum er úr umrødda bussinum - tað sæst her

Venjarin hjá Týsklandi, sum eisini er íslendingur, sat við sama borð og hann var samdur í fleiri av sjónarmiðunum hjá starvsfelaga sínum - og mótstøðumanninum klokkan 16.45 í morgin. Alfred Gislason vísti eisini á, at kroatar á ymsan hátt hava havt væl verri fyritreytir til hendan dystin enn sítt lið. 

Sí eisini: Soleiðis verða EM-hálvfinalurnar spældar í Herning

Eldhugaði venjarin hjá Kroatia legði ongantíð fingrarnar ímillum á almenna EHF-tíðindafundinum - heldur peikaði hann fingurin beinleiðis eftir evropeisku hondbóltssamgonguni, og hvussu hetta endaspælið er fyriskipað. 

Evropeiska hondbóltssamgongan hevur eftir tíðindafundin svarað fleiri av ákærunum hjá Daguri Sigurðsson. Her verður millum annað víst á, at EHF og fyriskipararnir í vertslondunum langt síðani hava sett skránna, og at Nations Board, sum umboðar ymisku hondbóltssambondini, er við her. Øll liðini kendu skránna langt áðrenn - eisini miðlaskránna - vísir EHF á.

Eisini verður skotið aftur: Millum annað við at vísa á, at summi lið á ymsan hátt hava havt líknandi fyritryetir, tá Kroatia hevur verið ein av vertstjóðnum

Les útsøgnina hjá EHF her

Til ber at síggja útsøgnina hjá Daguri Sigurðssin (á enskum) og lesa hana (á donskum) her

EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 29. januar 2026 - Jyske Bank Boxen
16.45: Týskland - Kroatia (RÚV, TV2 Sport/TV2 Play
19.30: Danmark - Ísland (RÚV, TV2/TV2 Play)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder