Eftir 13. plássi í EM-endaspælinum, hægsta endastøðan av liðum sum ikki komu víðari úr bólkaspælinum, sá tað út til at verða greitt, at Føroyar fóru at verða styrkismettar til HM-røkkstøkkdystirnar (play-off umfarið) í mai.
Sí eisini: Føroyingar kendu ikki sína vitjunartíð í Oslo - men tíðin kemur aftur
Hondbóltssambandið hevur tó ikki fingið endaligu staðfestingina frá EHF fyrrenn nú fyrrapartin fríggjadagin.
Portalurin og FM1 hava fingið upplýst, at Føroyar verða í potti 1, sum er tann ovari potturin til triðja og seinasta HM-undanumfarið.
Føroyingar spældu ikki í 1. umfari - tað er bert fyri lægst styrkismettu liðini í Evropa - og sleppa eisini undan 2. umfari í mars, tí man endaði nummar 3 í EM-bólkaspælinum
Hetta merkir, at fyritreytirnar hjá manslandsliðnum at spæla seg til HM ikki hava verið betri, enn tað sama.
![]()
Í 2024 vóru Føroyar ikki styrkismettar og trektu Norðurmakedónia. Tað eydnaðist at vinna við sjey málum á heimavølli, men átta-máls tapið í Skopje gjørdi, at føroyingar ikki komu til sítt fyrsta HM-endaspæl (Mynd: Sverri Egholm)
Millum annað er vist, at Føroyar sleppa undan teimum seks londunum, ið hava spælt í EM-miðumfarinum seinastu vikunu men sum ikki endaðu í topp 6 (Frakland, Slovenia, Noreg, Ungarn, Spania og Sveis)
Føroyar kunnu framvegis enda við at spæla móti sterkum liðum sum Póllandi, Kekkia og Serbia Men tað er ikki ov nógv sagt, at Føroyar avgjørt fara at standa sum favorittar, um man rakar okkurt av hinum sjey liðunum.
HM-røkkstøkkdystir (play-off umfar)
13/14 - 17/18 mai
Pottur 1:
Frakland
Slovenia
Noreg
Ungarn
Spania
Sveis
Føroyar
Norðurmakedónia
Niðurlond
Eysturríki
Pottur 2:
Kekkia
Italia
Vinnarin í Bosnia & Herzegovina - Kosovo
Vinnarin í Georgia - Ísrael
Vinnarin í Ukraina - Slovakia
Vinnarin í Serbia - Litava
Vinnarin í Pólland - Lettland
Vinnarin í Turkaland - Rumenia
Vinnarin í Grikkaland - Belgia
Vinnarin í Finnland - Montenegro
Liðini í potti 1 trekkja lið úr potti 2. Spælt verður einaferð á útivølli og einaferð á heimavølli - samanlagdi vinnarin fer víðari til HM-endaspælið í Týsklandi um eitt ár.
Lutakastið verður í morgin, leygardagin 31. januar. Tað byrjar umleið klokkan 13.30 - til ber at fylgja við beinleiðis á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald