Feløgini í fremstu føroysku mansdeildini arbeiða í løtuni við at styrkja seg til kappingarárið, sum byrjar fyrst í mars.
Hetta inniber millum annað, at spælarar - í flestu førum útlendingar - eru til royndarvenjing.
Summi feløg hava longu havt spælarar til venjing, sum eru vigaðir og funnir ov lættir. Men tað eru eisini aðrir, ið hava, ella eru í gongd við at spæla seg til ein sáttmála.
Her er eitt stutt yvirlit yvir, hvørjar spælarar feløg hava í løtuni til royndarvenjing:
KÍ: KÍ hevur gjørt sáttmála við tveir áleyparar í januar - Dávid Reynheim og norska Erlend Hustad - og nú venur ein nýggur álopskendur spælari við afturat.
Norðmaðurin Oussama Ali, við røtrum úr Tunesia, hevur ikki gjørt sáttmála við føroyameistararnar enn. Men bæði bolt.fo og Norðlýsið skriva, at Ali er við á venjingarleguni í Spania.
Har skal KÍ sunnudagin spæla venjingardyst móti Allsvenskan-liðnum GAIS, áðrenn farið verður til Føroya aftur.
HB: Sum bolt.fo hevur skrivað, hevur ein 17-ára gamal hvalbingur roynt seg í HB. Eyðtór Eyðsteinsson Joensen hevur spælt við TB síðani á sumri 2024 men býr nú norðanfyri, og spældi evnaríki miðvallarin við HB í venjingardysti móti EB/Streymi síðsta vikuskifti.
Sum skilst varð talan tó ikki um sáttmála - meira niðanfyri
HB spælir aftur venjingardyst í morgin, og tá verður eftir øllum at døma ein norskur vongur/áleypari at síggja í HB-búnanum.
Portalurin kann avdúka, at Storm Bugge Pettersen hevur vant við í Gundadali seinasti dagarnar. 19-ára gamli áleyparin kemur úr norska felagnum Sandefjord, men roynir nú at spæla seg til sáttmála í Føroyum. Í fjør spældi ungi Pettersen nakrar dystir í triðbestu norsku deildini, tá Eik-Tønsberg leigaði hann.
B36: Aðrastaðni í Gundadali rennur ein vongur, sum er uppvaksin í HB, men sum nú kann enda í B36.
Leivur Fossdal Guttesen skifti síðsta summar til B68, men nógv bendir á, at 23-ára gamli vinstrabeinti spælarin í 2026 aftur hevur heimavøll í Gundadali. Hann spældi við í venjingardysti á Skála leygardagin.
Omanfyrinevndi Eyðtór Eyðsteinsson Joensen hevur í hesari vikuni roynt seg í B36.
EB/Streymur: Í kvøld spæla B36 og EB/Streymur venjingardyst. Har verða tríggir útlendskir spælarar
Portalurin hevur fingið upplýst, at EB/Streymur framhalandi hevur tann miðvallaran til royndarvenjing, sum var við mói HB sunnudagin.
Hin er ikki longur uppá tal, men tveir danir eru komnir í vikuni og vera við í kvøld. Annars er verjuspælari, og hin er miðvallari.
B68 og Skála:
Hjá B68 var svenskur áleypari við í dystinum móti B71 sunnudagin. Adam Samuelsson venur framvegis á Svangaskarði, men tað er ikki vist enn, um sáttmáli spyrst burturúr.
Tveir aðrir spælarar hava eisini verið framvið hjá B68, men annar - Abdellah Salhi úr Marokko - spældi við Skála
GG: Hetta er ikki eitt fullfíggjað yvirlit - aðrir eru eisini á veg til feløg, og sum skilst hevur AB eisini havt ein spælara til royndarvenjing í seinnu hálvu av januar. Vit gerast klókari, meira kappingarárið nærkast
Kelda fyri venjingardystir: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald