Fótbóltur

Bartal Páll Klein og HB enda samstarvið - endar eftir øllum at døma í B36

Ungi áleyparin spældi við HB í 2025 og hevði sáttmála fyri í ár eisini. Hann hevur sum ungdómsspælari verið í B36. Har er nógv virksemi í Gundadali, har í øllum førum onkur sáttmáli verður kunngjørdur í kvøld.

André Olsen og Bartal Páll Klein fegnast um 4-1 sigur í Runavíka í fjør, har ungi áleyparin skoraði eitt av málunum. Teir skulu ikki framhaldandi arbeiða saman (Mynd: Sverri Egholm)

André Olsen og Bartal Páll Klein fegnast um 4-1 sigur í Runavíka í fjør, har ungi áleyparin skoraði eitt av málunum. Teir skulu ikki framhaldandi arbeiða saman (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-30 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hendir eitt sindur í Gundadali, hvat flytingum viðvíkur.

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at ungi norðmaðurin Storm Bugge Pettersen royndarvenur við HB, og at Leivur Guttesen venur, og væntast at gera sáttmála, við B36.

Sum skilst er alt komið í lag millum HB og 19-ára gamla vongin/áleyparin úr Noreg, og tað tykiskt eisini greitt, at Leivur Guttesen í 2026 fer at spæla við B36.

Umframt hetta hevur 17-ára gamli hvalbingurin Eyðtór Eyðsteinsson Joensen roynt seg í báðum teimum stóru havnarfeløgunum seinastu tíðina.

Sí eisini: Ungur norðmaður til royndarvenjing

Og tað er ikki tað einasta.

Fyri løtu síðani almannakunngjørdi HB, at Bartal Páll Klein kortini ikki spælir fyri felagið í 2026:

- HB og Bartal Páll Klein eru komin ásamt um at enda samstarvið. Vit takka honum fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta í framtíðini.

Soleiðis stóð í stutta skrivinum hjá Havnar Bóltfelag.

[object Object]
Bartal Páll Klein sum blaðungur í B68 móti B36, ið hann tá hevði skift frá. Nú senda søgurnar kvika og evnaríka áleyparan aftur til B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Bartal Páll Klein skifti til HB síðsta vetur eftir eitt gjøgnumbrot í B68 - sum hann við hattrikki á seinasta leikdegi í 2024 við Løkina so at siga bjargaði frá niðurflyting.

Áleyparin er fyri kortum vorðin 19, men framtíðin verður ikki í HB.

Ístaðin bendir nógv á, at Bartal Páll Klein vendir aftur til B36, ið hann spældi við í nøkur ár sum ungdómsspælari. 

Hetta er ikki staðfest, men tað hevur Portalurin frætt frá fleiri góðum keldum.

Meira seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder