Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen í lyklaleikluti í hálvfinalusigrinum á Íslandi

Marginalarnir og yvirskotið var hjá ferfaldu heimsmeistarunum. Havnarmaðurin á liðnum skoraði seks mál, og sunnudagin fer Danmark eftir EM-gullinum móti Týsklandi í Herning.

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra trygg brotskøst og tvær ferðir av vonginum í hálvfinalusigrinum á Íslandi - hann var oftast ísakaldur, tá neyðugt var í stríðnum við Ísland (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fýra trygg brotskøst og tvær ferðir av vonginum í hálvfinalusigrinum á Íslandi - hann var oftast ísakaldur, tá neyðugt var í stríðnum við Ísland (Mynd: EPA)

2026-01-30 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær hálvfinalur í Jyske Bank Boxen og tveir 31-28 sigrar til heimaliðini - Danmark var veruligt heimalið í sínari hálvfinalu í Herning, men Týskland hevði eisini stóran fyrimun móti Kroatia, í mun til tal av fjepparum umframt mun á ferðing og fyrireiking.

Sí eisini:  Kroatiski venjarin:Hetta er skelkandi - skuldu inn-í bussin sum frystir høsnarungar í morgun - og koyra í fýra tímar

Íslendingar og kroatar peika kanska eisini - partvíst av røttum - á, at dømingarnar fullu ta meira til favorittarnir. Serliga marginaldømingarnar og í harða stríðnum millum Ísland og Danmak í kvøld vóru nógvar frustratiónir hjá serliga íslendingum yvir dómaraavgerðir.

Jóhan á Plógv Hansen næstbesti toppskjútti hjá Danmark í stríðssigri

Tað vóru tað tó ikki nógv at ilskast at hjá høgra vonginum, sum er føddur og uppvaksin í Føroyum. Kyndla- og havnarmaðurin, við sterkum ættarbondum til Vágoynna, stóð fyri sínum higartil størsta avriki í dysti fyri Danmark so seint í einum endaspæli:

Eftir Mathias Gidsel, sum skoraði uppá øll síni sjey skot og aftur var framúr, so skoraði Jóhan á Plógv Hansen flest mál hjá sigrandi liðnum. Ferfaldi heimsmeistarin spældi allan seinna hálvleik á høgra vongi og skoraði púra trygt, báðu ferð hann skuldi skjóta úr horninum, meðan dysturin framvegis var á lívi.

Jóhan var eisini heimaliðnum stinnur úr sjey metrum; í einum dysti har brotskøst vórðu ógvuliga týðandi (19 brotskøst dømd)

Emil Jakobsen brendi tíðliga í dystinum brotskast, og síðani var uppgávan áløgd 31-ára gamla ferfalda heimsmeistaranum við 26-talinum. Jóhan á Plógv Hansen skýtur eisini brotskøst fyri Skanderborg AGF, og takkaði fyri og skoraði fýra trygg brotskøst á rað - tvey móti Viktor Hallgrímsson og tvey móti Björgvin Páll Gustavsson. Hesi vóru týðandi fyri at halda íslendingum burtur.

Samanlagt seks mál og Jóhan á Plógv kann aftur verða týðandi í finaluni sunnudagin.

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen: - Tað er deiligt at hava størri leiklut og størri ábyrgd

[object Object]
Jóhan eftir eitt av sínum seks málum í Jyske Band Boxen

[object Object]Myndir: EPA

Ísland stríddist og spældi til tíðir ógvuliga væl og snilt í sínari fyrstu hálvfinalu síðani 2010.

Janus Smárason (toppskjútti við átta málum) var ágangandi og Viktor Kristjánsson bjóðaði ferð eftir ferð av mitt fyri, har hann gav heimsmeistarunum høvuðbrýggj. Danmark hevði bert tveir strikuspælarar/spælarar sum vanliga dekka upp mitt fyri, og Simon Hald noyddist eisini skaddur av vølli (høvdið) og spældi ikki 2. hálvleik. Harvið vórðu aðrar loysnir nýttar undir liðuni av Magnusi Saugstrup, sum spældi ein stóran dyst.

Danmark í enn einari finalu - fer eftir "trýføldu krúnuni"

Danir høvdu dygdurnar, yvirskotið og neyðugi marginalarnir við sær, tá dysturin skuldi avgerast í 2. hálvleiki. Ísland byrjaði annars betri eftir steðgin, men liðið hjá Nikolaj Jacobsen fór síðani eitt sindur frá - millum annað takkað verið Jóhan á Plógv Hansen - og fimta endaspælið á rað, eru donsku menninir í finaluni.

Teir eru OL-vinnarar, og hava vunnið fýra HM á rað. Sunnudagin skulu danir royna at vinna fyrsta EM-heitið í 14 ár og samstundis at fáa triðja av trimum gjørligum stórum heitum í sína varðveitslu.

Tað gekk ikki í 2024 (finalutap eftir longda leiktíð móti Frakland), men livir Danmark upp til favorittleiklutin móti Týsklandi sunnudagin, so er tað søta gullið veruleiki hjá Jóhan og hinum: Seinastu ferðirnar Danmark og Týskland hava spælt, hava danir vunnið stórt - millum annað í OL-finaluni í 2024.

Danmark og Týskland spæla EM-finalu í Herning sunnudagin 1. februar klokkan 17 føroyska tíð

EM-hálvfinalur
Fríggjadagin 29. januar 2026 - Jyske Bank Boxen

Týskland - Kroatia 31-28 (17-15)

Sí meira her

Danmark - Ísland 31-28 (14-13)

Sí meira her

Dagført: 21.44

Ísland skal royna at reisa seg í bronsudystinum móti Kroatia sunnudagin (klokkan 14.15) og vinna sítt fyrsta endaspælsheiðursmerki í 16 ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder