Hondbóltur

Hjalti Mohr Jacobsen: - Tað næstbesta sum kundi henda

Føroyski hjálpavernjarin dylur ikki fyri, at lutakastið til HM-røkkstøkkdystirnar var gott: Serliga er at fegnast um, at Føroyar spæla seinna dystin við Tjarnir.

Hjalti Mohr Jacobsen til venjing undan dystinum í Pristina í mai 2025. Har tryggjaðu føroyingar sær endaliga EM-atongumerki. - Vit kenna betri Kosovo enn Bosnia men hava ikki nakað ynski. Eru tó glaðir fyri at ikki skula avgerða tað í ókendum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

Hjalti Mohr Jacobsen til venjing undan dystinum í Pristina í mai 2025. Har tryggjaðu føroyingar sær endaliga EM-atongumerki. - Vit kenna betri Kosovo enn Bosnia men hava ikki nakað ynski. Eru tó glaðir fyri at ikki skula avgerða tað í ókendum umstøðum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-31 16:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Um man hyggur eftir øllum, so var hetta tað næstbesta, sum kundi henda. Vit kundu enda við at trekt sterkari lið, og vit fegnast eisini um, at seinni dysturin verður spældur á heimavølli.

Hetta sigur Hjalti Mohr Jacobsen, sum Portalurin hevði í horninum, stutt eftir lutakastið til HM røkkstøkkdystirnar (play-off) hevði verið í Herning.

Tað háttaði seg so, at Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo í mai - liðnum sum vinnur innanhýsis uppgerðina í 2. umfari í mai - og at fyrri dysturin verður á Balkan. 

HM røkkstøkk-umfar (play-off)
13/14 mai: 
Bosnia & Hersegovina/Kosovo - Føroyar
16/17 mai: Føroyar - Bosnia & HersegovinaLes meira: 
Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo um søguligt HM-pláss

[object Object]
Alt lutakastið - her sæst, at Føroyar kundu enda við væl verri fyritreytum at spæla seg til HM (Skíggjamynd - EHF)

Les eisini: Føroyar skulu spæla móti Bosnia ella Kosovo um søguligt HM-pláss

Hjálpavenjarin á føroyska manslandsliðnum heldur, at bert Slovakia/Ukraina hevði verið betri at trekt í mun til lið. Hann staðfestir eisini, at tað hevið verið verri at enda á útivølli.

- Tað er millum annað sinnisligt. Um man til dømis skal "heinta" eina leiðslu í seinna dystinum, er tað lættari at gera tað á heimavølli. Um tað eisini verður inntenst, tætt, trýst á dómarum og annað í seinna dystinum... tað er gott, at sleppa undan at spæla avgerandi dystin í fremmandum umstøðum, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, og vísir millum annað til HM-røkkstøkkdystirnar móti Norðurmakedónia í 2024.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Eftir sjey-máls sigur á Hálsi, rendu føroyingar seg í ein makedónskan múr í Skopje fýra dagar seinni. Har vóru teir á heimaliðnum greitt betri - men sluppu eisini nógv - og vunnu við átta málum. Harvið varð søgulig føroysk luttøka av ongum í 2025, men vónin er, at tað verður øðrvísi í 2027 (Mynd: Sverri Egholm) 

Kenna betri Kosovo - vóna at hava nógv at síggja fram til 

Føroyar vóru í EM-undanbólki við Kosovo . Í november 2024 endaði tað 32-21 í seinasta heimadystinum á Hálsi, og í mai árið eftir staðfestu føroyingar EM-plássið við harðvunnum 25-23 sigri í Pristina. 

Bosnia-Hersegovina er ikki eins kent mótsstøðulið: Bosnia var til EM í 2020, 2022 og 2024 - endaði samanlagt aftast ella næstaftast hvørjaferð - og endaði aftast í sínum EM-undanbólki í 2024/2025:

- Bosnia hevur verið til EM-endaspøl og er kanska eitt vet betri enn Kosovo, men eg má siga, eg kenni ógvuliga lítið til Bosnia. Kosovo kenna vit betri men kann ikki siga nú, at vit hava ikki nakað ynski um, at tað skal verða Kosovo ella Bosnia, staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen.

Hjálparvenjarin fær tó sligið fast, hvønn týdning eitt HM-endaspæl kann hava fyri Føroyar:

- Tað er millum at hava okkurt spennandi at síggja fram til. Um man ikki kemur til HM, so er leingi til næstu stóru uppgávuna. Í einum HM-endaspæli spælir man eisini nógvar dystir, líkamikið hvat, og tað kann hava stóran týdning fyri okkara lið og okkara menning.

Føroyska manslandsliðið hevur ikki spælt í HM-endaspæli áður - kvinnurnar vóru til HM í Týsklandi fyrr í vetur og stóðu seg væl.

Hjalti Mohr Jacobsen staðfestir annars fyri Portalinum, at føroyska liðið savnast í mars: Tá snýr tað seg um at taka samanum EM á ymsan hátt og síðani at hyggja frameftir - tað veðrur greitt um sama mundið, hvat Balkan-land Føroyar skulu møta í avgerandi dystunum.

- Tað er eisini møguleiki at geva nøkrum spælarum frírúm; tað vil siga, at nakrir mest sannnlíkt ikki fara at venja nakað serligt, umframt at síggja aðrar spælaar. Mest sannlíkt fara vit ikki at spæla nakran venjingardyst. Dystarskráin hjá spælarunum í feløgunum verður nóg trong tá

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder