- Eg eri ikki ein maskina. Eg havi stórar dreymar og ætlanir. Felagið vil ikki sleppa mær, men samstundis fái eg á fundi at vita, at tilboðið úr Italia er fíggjarliga ógvuliga gott fyri Wisla Plock. Eg skilji tað ikki...vit eru tunnir í hópinum, men eg veit ikki eingongd, um eg kann teljast við, sum nú er.
Tað er ikki friðarligt kring føroyska landsliðsprofilin Andrias Edmundsson í løtuni. Og 25-ára gamli toftamaðurin hevur alment gjørt vart við sína ónøgd við felag sítt, ið sýtir honum at skifta felag . Hetta í viðtalu við pólska miðilin Meczyki.
Sí eisini: Felag í Serie A vil eisini hava Andrias - føroyingurin vil sjálvur avstað
Nú 25-ára gamli verjuspælarin hevur av álvara gjørt vart við seinasta hálvannað árið í Wisla Plock og á føroyska landsliðnum.Hetta hevur havt nógvan áhuga við sær: Sambært pólskum miðlum og øðrum altjóða miðlunum, hava boð verið úr Týsklandi - sum skilst 2. Bundesliguni - úr næstbestu ensku deildini (Oxford United) og nú eisini úr Serie A.
Áðrenn vikuskifti kom fram at Hellas Verona hevur bjóðað uppá Andrias Edmundsson, men at Wisla Plock eisini hevði víst hesum tilboðnum aftur. Hetta merkir føroyingin, staðfestir hann meczyki.pl. Hann sigur, at teir í leiðsluni í pólska felagnum burdu ikki verið bilsnir og eisini vísti størri virðing.
- Eg eri vónbrotin - knústur. Tað er ilt at skilja, at eitt felag, har eg havi verið so nógv ígjøgnum og gjørt so nógv fyri, fer soleiðis við mær. Tað er sum um, at eg ikki eri har: Tað er vantandi menniskjalig viðferð og virðing fyri mínum ætlanum og dreymum. Tað kennist órættvíst, og tað er løgið, at tey í felagnum lata sum um, at tey eru bilsin: Longu áðrenn vetrarsteðgin kunnaðu eg og umboðsfólk míni felagið um, at boð kundu væntast - og at vildi royna meg uttanlands, um spennandi tilboð koma.
Yvir 18 milliónir - ógreið støða
Wisla Plock spælir sunnudagin seinnapartin fyrsta kappingardystin eftir vetrarsteðgin í Póllandi.
Tað er framvegi heldur óvist, um føroyski miðverjin spælir - sum hann sigur, so kennir hann seg ikki veruliga at verða við.
Andrias Edmundsson hevur sáttmála til summarið 2027, og Wisla Plock vil ikki bara soleiðis sleppa sínum føroyingi.
Miðlafólk, ið fáast við flytingarsøgur, skriva, at Plock í minsta lagi krevur 2,5 milliónir evrur fyri Andrias Edmundsson. Hetta eru beint yvir 18 milliónir krónur.
Tað er millum annað Rudy Galetti, sum kom við søguni um Oxford, ið hevur skrivað um hetta á X
So er spurningurin, um Hellas Verona fer at bjóða so mikið nógv, og um onkur loysn fæst á knútinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald