Hondbóltur

Danmark spælir um gullið tíðliga sunnukvøldið - Ísland spælir um bronsuna seinnapartin

Klokkan 14.15 í morgin bresta kroatar og íslendingar saman, og frá klokkan 17 fara Jóhan á Plógv Hansen og Danmark eftir sínum triðja stóra gullheiðursmerki á rað.

Tað var eitt hart stríð millum íslendingar og danir í hálvfinaluni fríggjakvøldið. Danmark hevði tó neyðugu dygdirnar og spælir tí aftur um eitt steyp sunnukvøldið (Mynd: EPA)

Tað var eitt hart stríð millum íslendingar og danir í hálvfinaluni fríggjakvøldið. Danmark hevði tó neyðugu dygdirnar og spælir tí aftur um eitt steyp sunnukvøldið (Mynd: EPA)

2026-01-31 22:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin, sunnudagin 1. februar, er seinasti dagur í EM-endaspælinum. Heiðursmerkjadystirnir verða spældir, og stórur spenningur verður í Herning.

Hóast tað endaði við íslendskum vónbroti í hálvfinaluni móti Danmark fríggjakvøldið, og fleiri spælarar eru viðtiknir, so er framvegis nógv at spæla fyri hjá Íslandi. Liðið skal eftir fyrsta heiðursmerki landsins síðani EM-bronsuna í 2010.

[object Object]
Íslendingar fara eftir nýggja møguleikanum og fyri at enda EM væl (Mynd: EPA)

Danir vunnu seinast EM í 2012 - og fyrstu ferð í 2008. Um favoittarnir vinna finaluna í Herning, kemur harvið triðja EM-gullið í søguni hjá danska manslandsliðið í hús - og so fer liðið hjá Nikolaj Jacobsen at standa við øllum trimum heitunum samstundis (OL, HM og EM)

Jóhan á Plógv Hansen hevur verið við at vunnið fýra heimsmeistaraheiti á rað sum ein av teimum fáu. Høgri vongurin, sum skoraði seks mál í hálvfinaluni, kann fáa týðandi leiklut móti Týsklandi.

[object Object]
Jóhan eftir eitt av sínum málum í hálvfinaluni móti Íslandi. Havnarmaðurin kann verða við at tryggja Danmark enn eitt gull fyrsta dagin í februar (Mynd: EPA)

Sí eisini: 
Jóhan á Plógv Hansen í lyklaleikluti í hálvfinalusigrinum á Íslandi

EM-endadagur
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen

Bronsudystir
14.15: 
Ísland -Kroatia (RÚV, TV2 DK /TV2 Play)

Finala
17.00: Danmark - Týskland 
(TV2/TV2 Play)

Tíðirnar eru føroyskar

Meira í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder