Annað

KÍF vann á Fleyr fyri triðju ferð og tók bronsuplássið

Hotel Djurhuus-deildin: KÍF - Fleyr 3-0 (25-18, 25-17, 25-19).

(Mynd: KÍF)

(Mynd: KÍF)

2026-02-01 09:17 Author image
Innsent
placeholder

Eftir steðg í fýra vikur var aftur lagt til brots í Hotel Djurhuus-deildini leygardagin við dysti millum KÍF og Fleyr, sum bæði vóru jøvn við 16 stigum fyri 10 dystir.

Men við triðja sigrinum á Fleyr hetta kappingarárið, fór KÍF trý stig framum, og eigur nú bronsuplássið.

Hóast tað júst nú einans eru trý stig hjá KÍF upp til Mjølnir, sum er nr. tvey, og tí eigur annað finaluplássið, verður trupult at taka tær aftur, tí Mjølnir hevur seks dystir eftir – tann fyrsti í morgin ímóti Drátti, sum einans hevur vunnið eitt sett í ár.

Í dystinum leygardagin helt Fleyr fast í KÍF til 11-11 í fyrsta setti, tá ið KÍF legði seg á odda 17-12 og síðan vann settið 25-18.

Við fimm stigum á rað í øðrum setti fór KÍF framum 13-6, men munurin minkaði aftur niður í 18-16, tá ið KÍF vann sjey av teimum næstu átta stigunum og settið 25-17.

Í triðja setti kom Fleyr afturíaftur ímóti endanum á settinum og minkaði um munin til 19-20, men stokkut var gleðin, tí KÍF vann rest – settið 25-19.

Í dag eru tveir dystir í kvinnudeildini:

  • Kl. 14:15: TB – SÍ
  • Kl. 16: Mjølnir – Dráttur

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1112128
2Mjølnir91622
3KÍF11419
4Fleyr11016
5TB10-128
6Dráttur10-290
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder