Fótbóltur

Vunnu eisini seinna dystin móti sámum

Við einum teprum 1-0 sigri vann U19 landsliðið við gentum eisini seinni venjingardystin móti Sámalandi, og einsamalla málið skoraði Halla Morgan Ejdesgaard.

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

(Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-02-01 10:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

 FSF: – Hetta vóru tveir góðir venjingardystir at fáa í januar mánað. Vit eru sjálvandi glað fyri at vinna, men úrslitið í hesum dystunum er ikki alt avgerandi. Vit fingu roynt ymiskt taktiskt, og eg eri sum heild væl nøgdur við tað, ið genturnar vístu.

Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19 landsliðnum við gentum, sum leygardagin vann 1-0 í seinna venjingardystinum móti Sámalandi.

Einasta málið í dystinum skoraði Halla Morgan Ejdesgaard – við eitt sindur av hjálp frá sámiska málverjanum – tá ein stórur tími var spældur.

Fyrri dysturin móti sámum varð spældur hósdagin, og tá vann føroyska liðið ein rudduligan 7-0 sigur. Málini gjørdu Bjørk Akselsen, sum skoraði tvey, Brá Zakariasardóttir, Lý Gray Djurhuus, Karla Sjóstein, Jakobina Bergsdóttir og Eydna Olsen Dalheim.

Les eisini: Málveitsla á Tórsvølli

Næst á skránni hjá U19 gentunum er Baltic Cup, sum verður í Lettlandi fyrst í mars, og síðani fara genturnar til EM undankapping í Litava, sum verður frá 12. til 18. apríl. Londini i bólkinum eru Føroyar, Litava, Kosovo og Moldova.

Í seinna dystinum hjá sámisku U19 dreingjunum á føroyavitjanini, vunnu sámarnir 8-0 á U18 liðnum hjá HB.

Fleiri myndir síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder