Fótbóltur

Andrias Edmundsson er á veg til Serie A

Er ikki í hópinum hjá Wisla Plock í dag, men er sambært millum annað Sky Sports Italia í gongd at skifta til Hellas Verona fyri yvir 25 milliónir krónur. Portalurin hevur fingið upplýst, at landsliðsprofilurin í dag skal til Italia at fáa tað síðsta uppá pláss.

Støðug og stinn avrik - á landsliði og í felagnum - seinastu árini hava gjørt, at feløg í størri londum hava fingið eyguni upp fyri Andriasi Edmundsson. Og nú sær út til at toftamaðurin tekur enn eitt stórt fet víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Støðug og stinn avrik - á landsliði og í felagnum - seinastu árini hava gjørt, at feløg í størri londum hava fingið eyguni upp fyri Andriasi Edmundsson. Og nú sær út til at toftamaðurin tekur enn eitt stórt fet víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-01 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit hava havt ein føroying á vølli í Premier League (Gunnar Nielsen) og ein við dystum og máli í Bundesliguni.

Nú bendir meira og meira á, at vit skjótt fáa fyrsta føroyingin í Serie A - fremstu deildini í krútsterka italienska fótbóltinum. 

Talan er um beiggjan hjá omanfyrinevnda Bundesliga-spælara. Jóan Símun Edmundsson spældi fyri Armenia Bielefeld í Bundesliguni í 2020-2021, og tíðliga í 2026 sær Andrias Edmundsson út til at fáa eitt skifti, hann hevur droymt um.

[object Object]
Brøðurnir Jóan Símun Edmundsson og Andrias Edmundsson hava báðir í nógv ár arbeitt fyri at livað fótbóltsdreymin  

[object Object]Støðug og stinn avrik - á landsliði og í felagnum - seinastu árini hava gjørt, at feløg í størri londum hava fingið eyguni upp fyri Andriasi Edmundsson (Mynd: Sverri Egholm)

Sum vit hava skrivað um seinastu dagarnar, so hevur millum annað Hellas Verona viljað keypt 25-ára gamla toftamannin, men Wisla Plock hevur sett føtur í spenni. Hetta hevur ikki hóvað føroyinginum, sum eisini hevur gjørt vart við tað í pólskum ítróttarmiðli.

Les eisini: Andrias Edmundsson er vónbrotin - vil víðari

Men nú sær út til at vera loysnað. Fleiri italskir miðlar, millum annað høgt virdi Sky Sports Italia, skrivar í dag, at Hellas Verona er í gongd at keypa Andrias Edmundsson fyri 3.5 milliónir evrir, sum er yvir 26 milliónir krónur.

[object Object]
Skýggjamynd: sport.sky.it

Aðrir miðlar hava eisini søguna - millum annað meczyki.pl sum fríggjadagin skrivaði um ein ónøgdan Andrias Edmundsson

Har stendur prísurin at vera 2.5 milliónir evrir við bonus, so um grundupphæddin liggur nærri 20 millónum krónum enn 25 milliónum kónum er enn óvist. Men ein sáttmála til og við juni 2029 er mest sannlíkur - og skifti fer so at siga uttan iva at henda.

Ikki í dagsins hópi - Frá oddaliðið til botnlið

Klokkan 13.45 føroyska tíð spælir Wisla Plock fyrsta dystin eftir vetrarsteðgin í fremstu pólsku deildini, har Plock er oddalið.

Men tað verður uttan Andrias Edmundsson. Hann hevur annars spælt allar dystirnar í Ekstraklasa í ár, har hann er profilur.

[object Object]
Mynd: Wisla Plock

Heldur skal 25-ára gamli toftamaðurin til læknakanning í Verona. Hetta vilja nakrar miðlar verða við, og Portalurin hevur eisini fingið váttað hetta frá góðum keldum.

Hellas Verona tapti í gjár 4-0 og er í einari ringari gongd - liðið liggur aftast í Serie A. Tó ber tað framvegis væl til at halda sær í deildini: Fýra stig eru upp til bjargingingina og 15 umfør eftir í tí, sum á pappírinum er næststerkasta deildin í Evropa.

Og hetta er greitt eitt stórt skifti fyri Andrias Edmundsson og føroyskan fótbólt. 

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder