Hondbóltur

Fara eftir triðja gulllinum á rað

Danmark vann OL í 2024 - eisini á Týsklandi í finaluni - , og Jóhan á Plógv Hansen og hinir gjørdust heimsmeistarar fjórðu ferð á rað í 2025. Klokkan 17 fara danir eftir fyrsta EM-heitinum síðani 2012.

Jóhan á Plógv Hansen gjørdi bart í hálvfinaluni móti Íslandi við seks málum. Í dag spælir hann fyri sínum fimta endaspælsgulli (Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen gjørdi bart í hálvfinaluni móti Íslandi við seks málum. Í dag spælir hann fyri sínum fimta endaspælsgulli (Mynd: EPA)

2026-02-01 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimta stóra endaspæl á rað er Danmark annað av finaluliðunum: 

HM 2023: Gull
EM 2024: Silvur
OL 2024: Gull
HM 2025: Gull
EM 2026: ?

Fýra ferðir á rað (2019,2021,2023 og 2025) hava danir verið bestir, tá heimsmeistaraheitini skulu avgerðast.

Øll hesi endaspølini hevur Jóhan á Plógv Hansen verið partur av hópinum, og millum annað skoraði føroyingurin trý mál í finaluni móti Kroatia í fjør. í hálvfinaluni móti Íslandi fríggjakvøldið gjørdi høgri vonguruin, sum er uppvaksin í Kyndli, seks mál.

Sí eisini: Jóhan á Plógv Hansen í lyklaleikluti í hálvfinalusigrinum á Íslandi

Jóhan var við í OL 2021 (silvur) men ikki í 2024, tá Hans Lindberg varð valdur frammum. Í finaluni í 2024 endaði tað - pent sagt - við at Danmark hølvaði Týskland av (39-26).

Fyri spenningin hjá hyggjarunum veður tað vónandi ein øðrvísi dystarmynd í kvøld, meðan danir bara vóna, at evropameistaraheitið aftur kemur í hús. Tað er tað ikki síðani 2012, men um danir liva upp til favorittleiklutin í kvøld, hevur liðið hjá Nikolaj Jacobsen øll trý stóru heitini í varðveitslu samstundis: HM, OL og EM.

[object Object]
Undir Nikolaj Jacobsen hevur Danmark samanlagt verið sterkasta landsliðið - men EM-gullið vantar enn í (Mynd: EPA)

Týskland gjørdist seinast evropameistari í 2016. Bert Andreas Wolff og Rune Dahmke - báðir í THW Kiel nú - eru eftir frá tí liðnum. Talan er sum heild um eitt ungt týskt lið, og eins og fyri tíggju árum síðani er tað við týskum venjara: Í 2016 var tað Dagur Sigurðsson (nú Ísland), og í kvøld skal Alfred Gislason royna at fremja finalukvett í Herning.  

Klokkan 14.15 spælir Ísland um bronsuna 

EM-endadagur
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen

Bronsudystir
14.15: 
Ísland -Kroatia (RÚV, TV2 DK /TV2 Play)

Finala
17.00: Danmark - Týskland 
(TV2/TV2 Play)

Tíðirnar eru føroyskar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder