Hondbóltur

Video: Jóhan lumpar týska úlvin

Jóhan á Plógv Hansen var ísakaldur og týðandi í EM-finaluni. Eitt av hansara sjey málum var serliga snilt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-01 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(Upptøka: EHF)

- Cheeky! What a goal by Hansen!

Frásøgumaðurin hjá EHF rósti 31-ára gamla havnarmanninum, við røtrunum vestur eftir, á høgra vongi hjá Danmark eftir flotta málið til 8-7 í EM-finaluni hjá Týsklandi.

Har var Jóhan á Plógv Hansen ógvuliga týðandi fyri Danmark við sjey málum uppá átta skot - harav fýra brotskøstum av fýra møguligum.

Eitt av málunum hjá nummar 26 tíðliga í dystinum var serliga snilt: Jóhan bæði lobbaði og skrúaði uppum annars stórspælandi Andreas Wolff.

Sí málið ovast - upptøkur frá EHF

Danmark er evropameistari og hevur harvið øll trý heitini nú: EM, HM (x4) og OL - meira seinni.

EM-finala
Sunnudagin 1. febuar 2026 - Jyske Bank Boxen
Danmark - Týskland 34-27 (16-14)

Jóhan á Plógv Hansen: 7 mál (8 skot) - Næstbesti málskjútti


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder