Hon hevði eitt gott 2025 við millum annað fleiri føroyskum metum og Oyggjaleikagulli í rimarenning, og 2026 er eisini byrjað væl hjá Mariu Biskopstø.
Sum heimasíðan hjá Treystinum skrivar, hevur Maria longu fleiri ferðir í ár betrað sítt persónliga met á 800 metrum, og í gjár, sunnudagin 1. februar rakk tað til nýtt føroyskt innandura met.
Hetta var við tíðini 2 minuttir og tólv sekund.
- Maria rann í einum sera sterkum felti, har ferðin var høg frá byrjan. Maria legði varliga út og rann sína egnu renning har hon ikki lat seg ríva við høgu ferðini sum varð lagt frá byrjan. Við eini væl disponeraðari renning kom hon á mál við tíðini 2.12,61, skrivar treysti.fo.
23-ára gamla klaksvíkskvinnan rennir til dagliga í Danmark - fyri Aarhus 1900. Hon tók metið frá Rebekku Fuglø; eisini úr Treystinum.
![]()
Maria Biskopstø longst til vinstru av føroysku rennarunum á Oyggjaleikunum í 2019 - beint undir lið hennara er Rebekka Fuglø, sum Maria nú hevur tikið metið á 800 metrum frá (Mynd: Jens Kr. Vang)
Kappingin, Nordenkampen, var í Karlstad. Tað var eisini í innandura kapping í Svøríki, at Maria Biskopstø vikuskifti frammanundan gjørdi vart við seg.
Í Pallas Spelen í Malmö rann hon 400 m við tíðini 56,97 sekund og setti harvið nýtt føroyskt innandura met - og varð sostatt fyrsta føroyska kvinnan undir 57 sekund.
Les eisini: Maria Biskopstø setti størt føroyskt met í Malmö
Tá setti Maria tað, sum tá var persónligt met á 800 metrum, 2.13,87 min, tá hon vann A-finaluna í Pallas Spelen. Nú er tað eisini væl og virðiliga tikið - og gjørt til føroyskt met.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald