Við trimum stigum hevði ÍF enn havt trúnna upp á eitt finalupláss, hóast tað framvegis hevði kravt eitt megnartak, tað sum eftir er av landskappingini, men við bert einum stigi ímóti Mjølni í gjár fánaðu finalumøguleikarnir munandi.
Men allar súðir eru tó ikki syftar, tí vinnur ÍF báðar dystirnar á SÍ, sum verða spældir mikudagin 4. og týsdagin 10. februar, so er ÍF brádliga fýra stig frammanfyri SÍ, sum hevur spælt ein dyst færri.
Eftir at Mjølnir hevði verið á odda fyrsta partin av fyrsta setti í gjar, vann ÍF seks stig á rað og fór framum 21-18, áðrenn tað eydnaðist at vinna settið 27-25 við triðja settbóltinum.
ÍF endaði eisini væl í øðrum setti og vann 25-18 og var á odda 22-19 í triðja setti, men Mjølnir javnaði til 22-22 og 23-23 og vann síðan settið 25-23.
ÍF var aftur á odda stóran part av fjórða setti, men eftir 19-18, kom stígur í, og Mjølnir vann teir næstu sjey bóltarnar og settið 25-19.
Í javnbrótaranum javnaði ÍF til 8-8 við trimum stigum á rað, men stokkut var gleðin, tí Mjølnir vann næstu seks bóltarnar, áðrenn settið varð vunnið 15-9.
Støðan í Polestar-deildini:
| Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
| 1 | Mjølnir | 12 | 20 | 29 |
| 2 | SÍ | 9 | 16 | 21 |
| 3 | ÍF | 10 | 7 | 19 |
| 4 | Fleyr | 9 | -15 | 6 |
| 5 | Ternan | 10 | -28 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald