Sum tað hevur verið í mong ár, verða stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum spældir á Tórsvølli, men teir verða ikki sama dag. Menninir hjá KÍ og HB spæla leygardagin 28. februar klokkan 17, og kvinnurnar hjá KÍ og HB spæla leygardagin 14. mars klokkan 17.
Menninir hjá KÍ gjørdust í fjør greipuvinnarar, tí umframt at basa Víkingi í steypafinaluni, blivu teir føroyameistarar í stórum stíli við níggju stigum fleiri enn nummar tvey, sum var HB, og tað enntá uttan at tapa ein einasta dyst. Sum silvurvinnari í landskappingini er HB við í stórsteypadystinum.
Tað er rárasta hending, at nakar annar enn KÍ-kvinnurnar fer avstað við meistaraheitinum, og soleiðis var eisini í fjør, tá ið KÍ vann sítt 24. meistaraheiti. KÍ var eisini í steypafinaluni, men mátti lúta fyri HB, sum tí sum steypavinnari er hitt liðið í stórsteypadystinum.
Colitis-Crohn Felagið fær ágóðan
Stórsteypadystirnir kunnu ofta geva eina góða ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum av liðunum, ið stóðu seg best av øllum kappingarárið í fjør. Men samstundis er endamálið við hesum dystum, sum Fótbóltssambandið og Lions Club í felag skipa fyri, at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.
Seinnu árini hevur Lions Club lagt ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti saman, so talan kann gerast um eina munadyggari upphædd. Sum longu varð kunngjørt, tá stórsteypadystirnir í september vóru í hondbólti, fer allur ágóðin hesaferð til Colitis-Crohn Felagið.
Felagið er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur.
Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so.
Av tí at alt arbeiði í Colitis-Crohn Felagnum er sjálvboðið, siga tey tað koma væl við at fáa stuðulin frá øllum stórsteypadystunum.
Lions Club
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald