Hondbóltur

Mathias Gidsel tann mest virðismikli - setti met í málum

68 mál í níggju EM-dystum og harvið er metið hjá Sander Sagosen frá 2020 tikin. Umframt hetta, og EM-gullið, varð heimsins besti hondbóltsspælari valdur sum MVP.

Umframt mongu gullheiðursmerkini trýtur tað ikki við persónligum heiðrum hjá 26-ára gamla høgra bakkinum (Mynd: EPA)

Umframt mongu gullheiðursmerkini trýtur tað ikki við persónligum heiðrum hjá 26-ára gamla høgra bakkinum (Mynd: EPA)

2026-02-02 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimsins besti hondbóltsspælari, ársins ítróttarnavn í Danmark og nú eisini mest virðismikli spælari (MVP) umframt toppskjútti í EM-endaspælinum.

Mathias Gidsel gjørdist týskur meistari síðsta summar, saman við millum annað Hákuni West av Teigum, og hevur júst verið við at vunnið enn eitt endaspæl fyri Danmark. Umframt mongu gullheiðursmerkini trýtur tað ikki við persónligum heiðrum hjá 26-ára gamla høgra bakkinum.

Sí eisini: Danmark hevur øll tey stóru heitini í løtuni

Hann varð eftir EM-finaluna í gjár heiðraður sum mest virðismikli spælarin í kappingini. Hetta er fimtu ferð, at Gidsel verðr MVP í stórari kapping og triðju ferð á rað - Danmark hevur eisini vunnið OL 2024, HM 2025 og nú EM við 2026 við Gidsel sum lyklaspælara.

So løgið sum tað kanska ljóðar, er tað fyrstu ferð at ein dani vinnur heiðurin í einum EM-endaspæli. Hetta staðfestir danska TV2

EM 2026, All Star-liðið:
Málmaður
: Andreas Wolff, Týskland
Vinstri vongur: August Pedersen, Noreg
Vinstri bakkur: Simon Pytlick, Danmark
Spælskipari:: Gísli Kristjánsson, Ísland
Høgri bakkur: Francisco  "Kiko" Costa, Portugal
Høgri vongur: Mario Šoštarić, Kroatien
Strikuspælari: Johannes Golla, Týskland
Besti verjuspælari: Salvador Salvador, Portugal

Besti ungi spælari (undiri 21 år): Francisco "Kiko" Costa, Portugal - Óli Mittún var tilnevndur *
Mest virðismikli spælari (MVP): Mathias Gidsel, Danmark

Liðið er funnið eftir almenna atkvøðugreiðslu, umframt meiningar hjá einum serfrøðingabólki sum EHF hevur niðursett.

* Óli Mittún var eisini í uppskoti til hendan heiður, men hevði lítlan veruligan møguleika, hóast hann eftir bólkaspæli hevði flest mál og upplegg í kappingini. Hetta tí føroyingurin spældi bert tríggjar dystir, meðan allir hinir spældu minst sjey dystir. Kiko Costa spældi átta dystir og skeyt 61 mál í kappingini

[object Object]Mathias Gidsel brendi eisini sjey skot í finaluni móti Týsklandi í gjár, men nummar 19 var aftur týðandi fyri Danmark (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel gjørdist toppskjútti í kappingini við 68 málum. Füchse Berlin-bakkurin setti metið í finalusigrinum, tá hann skoraði sítt fimta mál av sjey móti Týsklandi.

Sander Sagosen skoraði 65 mál, tá hann skaraði framúr fyri Noreg á heimavølli í 2020. Tað rakk til bronsu - norðmenn vóru júst ov stuttir til finalupláss. Avrikið hjá Gidsel og hinum dønum á heimavølli rakk til gullheiðursmerki.

Les eisini: Jóhan á Plógv Hansen er evropameistari eftir stórt avrik

Sambært Rasmus Boysen og TV2 komu Simon Pytlick (64 mál) og Kiko Costa (61) eisini á topp-fimm listan yvir flest mál í einum EM-endaspæli higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder