Annað

Ítróttanavnið: Vár, Jana og manslandsliðið í fótbólti kunnu vinna

Tað verður ein rógvari, ein hondbóltsspælari ella eitt landslið, sum vinnur stóra heiðurin leygarkvøldið. Vár Guriardóttir Hansen, Jana Mittún og søguligu fótbóltsmenninir stóðu fyri stórum avrikum í fjør.

Tey í uppskoti til ÍtróttaNAVNIÐ hjá ÍSF vórðu avdúkaði í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum í gjár (Skíggmanynd: KVF)

Tey í uppskoti til ÍtróttaNAVNIÐ hjá ÍSF vórðu avdúkaði í 3-2 sendingini hjá Kringvarpinum í gjár (Skíggmanynd: KVF)

2026-02-03 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið verður stóri Ítróttafagnaðurin hjá Ítróttasambandi Føroya í Varpinum í Klaksvík.

Ein av stóru heiðrunum verður ÍtróttaNAVNIÐ 2025. Hetta eru íðkararnir, ella liðið, sum hevur skarað framúr onnur við stórum avrikum.

Í 3-2 sendingini í Kringvarpinum mánakvøldið varð avdúkað, at hesi eru í uppskoti: 

Vár Guriardóttir Hansen, rógvari
Manslandsliðið í fótbólti
Jana Mittún, hondbóltsspælari

Meira verður at lesa um grundgevingarnar seinni, men í stuttum kann nevnast, at Vár G. Hansen, sum júst er vorðin franskur meistari í inniróðri, av álvara gjørdi vart við seg í altjóða kappingum í 2025. Ídni rógvarin er við at vísa vegin. Vár vann fleiri stór heiðursmerki og setti fleiri heimsmet.

Manslandsliðið í fótbólti hevði eitt metár - millum annað í stigum - og serliga vóru sigrnarnir á Montenegro og Kekkia á Tórsvølli í oktober minniligir, umframt at teir skaptu stóra umrøð her og aðrastaðni. Føroyar vunnu fimm av seinastu sjey dystunum í 2025.

Jana Mittún ger vart við seg fyri Viborg í fremstu donsku deildini og í evropeiskari kapping, men tað man serliga verða fyri framúr avrikini fyri Føroyar, at 22-ára gamla hoyvíkskvinnan er tilnevnd. Jana gekk undan í fleiri dystum í fjør - ikki minst var avrikið móti Serbia í flotta HM-endaspælinum hjá Føroyum framúr.

[object Object]
Í fjør var kvinnulandsliðið í hondbóltið kosið Ársins Ítróttanavn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder