Fótbóltur

Bjartalíð: - Eg dugi heldur ikki at úttala navnið á nýggja felagnum enn

Men Qyzyljar var ta felagið, sum í vetur sýndi mær størstan áhuga, og tilboðið gjørdist bara betri og betri. Var ikki fyrsta raðfestingin men hetta er spennandi og øðrvísi, staðfestir Jóannes Bjartalíð í samrøðu í sambandi við serstaka skifti til Kasakstan.

- Ítróttarstjóri og venjari hava ringt fleiri ferðir, og teir hava verið hálvgum

- Ítróttarstjóri og venjari hava ringt fleiri ferðir, og teir hava verið hálvgum "despiratir": Sáttmálatilboðið er bara vorið betri og betri. Fyri at vera púra erligur, so var hetta ikki mín fyrsta raðfesting, men alt annað dró út og varð ikki ordiliga til nakað. Og so varð hetta skifti til Kasakstan meira og meira veruleikakent fyri hvønn dag, sum gekk, sigur Jóannes Bjartalíð við FM1 og Portalin ((Mynd: Qyzyljar)

2026-02-03 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað er eitt felag, sum hevur víst mær áhuga allan veturin. Líkasíðani eg gjørdist leysur har í Noreg. Ítróttarstjórin hevur eisini fylgt mær í fleiri ár og hevur sett seg í samband við meg fyrr. 

Soleiðis greiðir Jóannes Bjartalíð frá, tá FM1/Portalurin í dag fekk orðið á hann í telefonini.

Lurta eftir allari samrøðuni her

29-ára gamli landsliðsspælarin er staddur í Antalya í Turkalandi, har nýggja felag hansara er á venjingarlegu. Mánadagin varð kunngjørt, at klaksvíkingurin skiftir til FC Qyzyljar og harvið flytir til Kasakstan sum tann fyrsti føroyski fótbóltsspælarin.

Les meira - eisini um felagið: Klaksvíkingur gjørt sáttmála í Kasakstan

Jóannes greiðir okkum soleiðis frá tilgongdini.

- Tað hevur verið ta felagið, ið hevur víst størsta áhugan at veruliga fáa meg í vetur. Ítróttarstjóri og venjari hava ringt fleiri ferðir, og teir hava verið hálvgum "despiratir" - ørvillir: Sáttmálatilboðið er bara vorið betri og betri. Fyri at vera púra erligur, so var hetta ikki mín fyrsta raðfesting, men alt annað dró út og varð ikki ordiliga til nakað. Og so varð hetta skifti til Kasakstan meira og meira veruleikakent fyri hvønn dag, sum gekk.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð til sína fyrstu venjing við nýggja felagnum, sum í løtuni er á venjingarlegu í Turkalandi (Mynd: Qyzyljar)

Eftir trý ár varð samstarvið millum Jóannes Bjartalíð og Fredrikstad ikki longt. Harvið stóð tað feløgum frítt at gera sáttmála við teknisk sterka, klóka og hartarbeiðandi álopskenda miðvallaran í Klaksvík.

Eftir øllum at døma fer FC Qyzyljar at byggja nógv rundanum Bjartalíð, sum hevur gjørt eitt-ára sáttmála í stóra og fjarskotna landinum. Liðið endaði á 9. plássi í bestu deildini í Kasakstan, og byrjar kappingin aftur í mars - les meira her

Jóannes Bjartalíð viðgongur, at sum heild er nógv at venja seg við: Mentanin og tað mesta er øðrvísi; og so er tað málið: Føroyingurin dugir ikki veruliga at úttala navnið á felagnum enn, og dylur ikki fyri at hann ikki hevur fingið nógv við á fyrstu fundunum. Har gongur alt fyri seg á russiskum ella á "kazakh", sum er almenna málið í Kasakstan - komandi heimbýurin hjá Bjartalíð er tætt við russiska markið.

Sum heild er Jóannes Bjartalíð bjartskygdur og spenur uppá nýggju uppgávuna - Hoyr alla samrøðuna við Jóannes Bjartalíð her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder