Hondbóltur

Um ein mánaða fara kvinnurnar aftur eftir EM-plássi

Dystirnir móti Portugal, fyrst heima og síðani úti, fyrst í mai eru ógvuliga týdningarmiklir. Føroyar hava tvey stig eftir tveir teir fyrstu dystirnar í bólkinum og eru á 2. plássi.

Føroysku kvinnurnar stórfegnast eftir søguliga sigurin á Spania í HM-endaspælinum. Skjótt skulu tær aftrr spæla fyri at røkka triðja endaspælinum á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku kvinnurnar stórfegnast eftir søguliga sigurin á Spania í HM-endaspælinum. Skjótt skulu tær aftrr spæla fyri at røkka triðja endaspælinum á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-04 13:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin vórðu atgongumerki til Føroyar - Portugal 4. mars sett til sølu. 

Hesin dysturin er lykladystur í undankappingini til EM, sum verður í desember. Bæði liðini hava tvey stig eftir tvey tey fyrstu umførini í undanbólkinum.

Hesi umførini vórðu spæld í oktober - stutt áðrenn HM-endaspælið - og um ein mánaða verður EM-undankappingin tikin uppaftur.

Bólkur 4 í undankappingini til EM 2026:
1. Montnegro 4 stig
2. Føroyar 2 stig
---------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 0 stig

Tvey lið koma við fullari vissu til EM. Fýra teir bestu av teimum seks trý'arunum í undankappingini spæla seg eisini víðari - hesin bólkurin fer við stórum sannlíkindi at hava ein av bestu trý'arunum. Montenegro er favorittur at vinna, meðan hini trý serliga kappast um 2. og 3. pláss

Seks umfør verða spæld - her er restina av skránni hjá Føroyum:
4. mars: Føroyar – Portugal
8. mars: Portugal – Føroyar

7/8. apríl: Føroyar – Ísland
12. apríl: Montenegro – Føroyar

Um Føroyar megna at vinna annan dystin móti Portugal, so er liðið í ógvuliga góðari støðu áðrenn tvey tey seinastu umførini. Hetta tí at føroysku kvinnurnar í oktober skrivaðu søgu og vunnu i Reykjavík.

[object Object]
Føroyar byrjaðu undankappingina á frálíkan hátt: Við sigri á útivølli móti beinleiðis kappingarneytanum, Ísland. Føroyar skulu í øllum førum enda frammanfyri Portugal ella Ísland (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er ógvuliga týðandi at fáa stig í minst øðrum dystinum. Um tað eydnast at vinna báðar dystirnar móti Portugal, ella fáa trý stig, so eru Føroyar so at siga víðari til EM-endaspælið longu í mars. 

Portugal stendur seg betri og betri á manssíðuni, har liðið er endað í topp fimm tvey tey seinastu endaspølini. Menningin hevur eisini verið har á kvinnusiðuni seinnu árini. Hetta var liðið, sum Føroyar helst skuldu sleppa undan úr triðja styrkisbólkinum í lutakastinum

Lagt er upp til spenanndi dystir tíðliga í mars - dystir sum Portalurin og FM1 fara at fylgja tætt.

Dagført: 13.31

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder