2026-02-05 10:44
Elias til Hákun til Óla - í kroystari støðu seint í fyrsta dystinum í Oslo móti Sveis skoraðu Føroyar fralíkan tvífaldan flúgvara.
Hetta málið til 27-26 í 28-28 javnleikinum vakti beinanvegin ans.
Nú evropeiska hondbóltssamgongan hevur gjørt EM-endaspælið upp, varð hetta mett sum triðbesta málið av øllum.
Sí flotta føroyska málið og hini ovast - ella á Youtube-rásini hjá EHF
Les eisini: Ein samanlagdur sigur í mai sendir Føroyar til søguligt HM-endaspæl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald