Í kvøld kann Andrias Edmundsson gerast søguligur, tá Hellas Verona tekur ímóti Pisa í lykladysti. Í samrøðu við FM1 í vikuni, stórfegnaðist stórbeieggi hansara um skiftið til Italia.
- Tað hevur verið eitt sindur hektiskt. Og til tíðir hevur tað verið heldur frustrerandi at tosa við Andrias, tá tað ikki hevur sæð út til at verið til nakað. Men nú eri eg bara fyrst og fremst glaður hansara vegna fyri, at tað kom ígjøgnum. Tað er fantastiskt og haldi eisini, at tað er fult uppiborið: Millum annað tá hugsað verður um alt tað, sum hann hevur offra á sínari fótbóltsleið og verið ígjøgnum av upp- og niðurtúrum.
Jóan Símun Edmundsson vísti millum annað á, at lítlibeiggin og landsliðsliðfelagin hevði tikið nógvar lyklaavgerðir seinastu árini. Í Póllandi hevur hann eisini fingið ábyrgd og verið skaðafríur, og undir tvey ár eftir at miðverjin spældi í triðbestu pólsku deildini, skal hann nú spæla í Serie A.
Sí eisini: - Kent Nielsen segði, at Andrias ongantíð fór at hava Superliga-støði
Les eisini: Hetta er tað størsta skiftið í føroyskum fótbólti
Jóan Símun hevur sjálvur spælt í týsku Bundesliguni. Hann vísir á, at Andrias ikki skal ræðast høga stigið í Serie A - einari av bestu deildunum í heiminum.
- Hann hevur, millum annað á landsliðnum víst, at hann kann avrika á høgum stigi og móti sterkari mótstøðu - har man veruliga merkir, hvussu góður jinir eru. Hann er í besta aldri, og um felagið vísir honum álit; ja, so er eingin orsøk hjá Andriasi ikki at halda, at hann nokk skal klára seg fínt, staðfesti Jóan Símun Edmundsson at enda.
Hoyr alt prátið við Jóan Símun Edmundsson um Andrias Edmundsson her
Hellas Verona og Pisa spæla í kvøld, fríggjakvøldið 6. februar, klokkan 19.45 føroyska tíð.
Dysturin sæst á TV2 Play - hetta er stroymingartænastan hjá danska TV2. Millum annað tey, sum hava størsta pakkan hjá Televarpinum, hava atgongd til hetta.
Les eisini: Andrias Edmundsson kann spæla sín fyrsta Serie A-dyst fríggjakvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald