Nú skulu steypavinnararnir í BÓNUSkappingini fyri Yngri finnast. Talan er um ungdómsfinalurnar í flogbólti.
Í ár verða tær spældar í Kollafirði: Tvær (gentur 19 og mansunglingar) í kvøld og átta finalur í morgin.
Sjey feløg eru umboðaði. SÍ hevur flest lið - seks í tali.
Skráin fyri steypafinalurnar hjá teimum yngru í flogbólti:
Fríggjadagin 6.februar
18:00 Gentir 19 Mjølnir - SÍ
19:30 Mansunglingar Ternan - ÍF
Leygardagin 7. februar:
09:00 Gentir 14, B1 SÍ - Mjølnir
10:30 Dreingir 17 Ternan - ÍF
12:00 Gentir 12 Dráttur - SÍ
13:15 Dreingir 12 TBa - SÍa
14:30 Gentir 14,B2 TB - Ternan
16:00 Dreingir 14 TB - SÍ
17:30 Gentir 16 SÍ - KÍF
19:00 Kvinnuunglingar Mjølnir - Fleyr
Steypafinalurnar Í Kollafirði verða, sum vant, fyriskipaðar við stroyming av øllum dystum og Taraflex gólvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald