Leygarkvøldið klokkan 20 byrjar Ítróttafagnaðurin 2026, sum verður í Varpinum. Tað er fyrstu ferð, at stóra ítróttahaldið skal haldast í Klaksvík.
Átta ymiskir heiðrar eru fyri árið 2025.
Til seks teirra eru tríggjar tilnevningar, og til tveir er tað "bert" vinnari. Talan er um serstøku heiðrarnar: Ítróttasólstráluni og Heiðursskjal Poul E Petersen.
Niðanfyri síggjast heiðrarnir og tey tilnevndu:
ÍtróttaNAVNIÐ:
A-landsliðið hjá monnum í fótbólti
Vár Guriardóttir Hansen (Rógving)
Jana Mittún (Hondbóltur - Viborg HK
ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ:
U21-landsliðið í hondbólti
Pauli Joensen (Inniróður - Tindur)
Marin Danielsen (Amboðsfimleikur - Havnar Fimleikafelag)
ÍtróttaVENJARIN:
Hjalti Mohr Jacobsen & Djóni Gaard Joensen (U21-landsliðið í hondbólti umframt ávikavist H71 og Kyndil)
Sámal Jákup Djurhuus (Stjørnan)
Durita Knudsen Poulsen (Støkk)
ÍtróttaFELAGSKAPURIN:
Svimjifelagið Hellufossur
Havnar Tennisfelag
Hósvíkar Róðrarfelag
ÍtróttaELDSÁLIN:
Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen (KÍ)
Andrias Sumberg (Suðuroyar Judo)
Anna Dam (H71)
ÍtróttaLØTAN: *
Seinasta løtan móti Spania tá Føroyar vunnu sín fyrsta HM-sigur (Hondbóltskvinnurnar)
Avgerandi málið til 2-1 móti Kekkia í søguliga sigrinum (Fótbóltsmenninir)
Rúni Øster ognaði Benjamin Gunnarstein finalusigurin á Oyggjaleikunum (Badminton)
* Hetta er nýggjur heiður, har atkvøðugreiðslan gongur fyri seg á Sona-appini
Grundgevingar fyri tilnevningunum kunnu allar lesast á isf.fo
ÍtróttaSÓLSTRÁLAN:
Verður latið til persón ella persónar, sum hava jaliga ávirkan í sínum felagi við millum annað sínum lyndi -verður avdúkað á fagnaðinum uttan tilnevning
Heiðursskjal Poul E Petersen:
- Verður latið fyri trúgva og drúgva tænastu í ítróttinum í Føroyum - verður avdúkað á fagnaðinum uttan tilnevning
Atgongumerki til ÍtróttaFagnaðin kunnu keypast her
Portalurin veður á staðnum í Varpinum og hevur ymiskt tilfar frá kvøldinum
Kelda: Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald