Annað

Gøtan slóðað fyri oyggjaleikum á Ynis Môn í 2025

Lokala umboðsráðið hevur nú játtað fígging til fyrireikingarbólkin.

(Mynd: visitanglesey.co.uk)

(Mynd: visitanglesey.co.uk)

2019-05-19 12:06 Author image
Ingi Samuelsen

Sannlíkindini fyri, at oyggjaleikirnir í 2025 kunnu haldast á walisisku oynni Ynis Môn í 2025 øktust munandi, nú Anglesey Council í vikuni játtaði at fíggja umsóknini fíggjarliga.

Ynis Môn, á enskum kallað Anglesey, hevur ikki fyrr verið vertur fyri oyggjaleikum. Soleiðis bendir alt á, at oyggjaleikirnir bæði í 2023 og 2025 verða hildnir á oyggjum, sum verða vertir fyri leikirnar á fyrsta sinni. Tí í 2023 er ætlanin at leikirnir skulu vera á Orknoyggjum.

Týsdagin tók eitt samt umboðsráð fyri Anglesey undir við umsóknini hjá fyrireikingarbólkinum um at stuðla ætlanini at gerast vertur fyri oyggjaleikunum í 2025, skrivar heimasíðan hjá Isle of Anglesey County Council.

1,4 milliónir pund – knappar 12 milliónir krónur – eru sett av til ætlanina.

Formaðurin í fyrireikingarnevndini at fáa oyggjaleikir til Ynis Môn, Gareth Parry, fegnast um avgerðina hjá umboðssráðnum, og staðfestir, at við hesi avgerð, er vertssskapurin fyri 2025-oyggjaleikirnar ein veruleiki.

Endaliga avgerðin um hvar oyggjaleikirnir skulu vera í 2025, verður tikin á fundi í altjóða oyggjaleikanevndini í Guernsey næsta ár.

Ynis Môn sleppur longu í summar at royna seg sum eitt slag av oyggjaleikaverti við tað, at oyggin verður vertur fyri eini serligari oyggjaleikakapping í fótbólti, sum verður hildin í døgunum 15. til 22. juni nú fótbóltur ikki verður við á leikunum í Gibraltar í summar.

Les eisini: Tvinnir oyggjaleikir í summar 

Ynis Môn/Anglesey er oyggj, 98 ferkilometrar til støddar, sum liggur á útnyðringshorninum av Wales. Eitt smalt sund, Menai Strait, er millum oynna og walisiska meginlandið. Samband er við meginlandið eftir tveimum brúm, tí 417 metra longu Menai Suspension Bridge og tí 461 metra longu Britannia Bridge.

Knapt 70.000 fólk búgva á Ynis Môn.

Fyrstu oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Manoy (Isle of Man) í 1985. Higartil hava oyggjaleikirnir verið hildnir á hesum oyggjum:

1985: Manoy
1987: Guernsey
1989: Føroyar
1991: Áland
1993: Isle of Wight
1995: Gibraltar
1997: Jersey
1999: Gotland
2001: Manoy
2003: Guernsey
2005: Hetland
2006: Rhodos
2009: Áland
2011: Isle of Wight
2013: Bermuda
2015: Jersey
2017: Gotland
2019: Gibraltar

Avgjørt er, at leikirnir í 2021verða hildnir á Guernsey og í 2023 í Orknoyggjum. Alt bendir nú á, at walisiska oyggin Ynis Mon (á enskum kallað Anglesey) verður vertur í 2025. Føroyar ætla sær leikirnar í seinasta lagið 2029.

Limaoyggjar, sum enn ikki hava verið vertir fyri oyggjaleikunum eru: Alderney, Cayman Islands, Falklandsoyggjar, Frøya, Grønland, Hitra, Menorca, Orknoyggjar, Saaremaa, Suðuroyggjar (Western Isles) og Ynys Môn.

 

placeholder
placeholder