Hondbóltur

Yvirlit: Hesi vunnu heiðrarnar í Varpinum

Hondbólturin vann flestu heiðrarnar á ítróttafagnaðinum, meðan Jórun og Jórun, Hansina Nesá og Hósvíkar Róðrarfelag eisini fingu glassteyp handað.

Jústines Justinussen fekk handað heiðursskjal Poul E. Pedersen fyri drúgt og flott arbeiði føroyskum hondbólti og ítrótti at frama (Mynd: Sverri Egholm)

Jústines Justinussen fekk handað heiðursskjal Poul E. Pedersen fyri drúgt og flott arbeiði føroyskum hondbólti og ítrótti at frama (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-07 22:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann áttandi Ítróttafagnaðurin, og tann fyrsti í Klaksvík, byrjaði við einum braki. Fyrst við Kringvarps-vertinum Jógvani Skeel Nolsøe í besta James Bond-stíli, og síðani við beinleiðis og lívligari framførslu sum Sophilia og frálíkur bólkur, undir leiðslu av Henningi Nikodemussen, stóðu fyri.

Sophilia er ein av ungu spírunum í sjónvarpssendingini “Hoydalar”, sum fyrstu ferð varð víst í Kringvarpinum hóskvøldið. Og í kvøld vórðu ungir íðkarar og lið, serstøk feløg umframt eldsálir í drúgvari tænastu í føroyskum ítrótti heiðraði í stórfingnum tiltaki.

Fulla yvirlitið sæst niðast

- Einki kann sum ítróttur savnað føroysku tjóðina. Og í 2025 vóru sanniliga nógvar stórar løtur – løtur sum góvu okkum gásarhold.

Hetta segði Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF, forseti í sínari røðu. Beint aftaná vóru nakrar av størstu løtunum savnaðar í videobroti – sum sanniliga eisini kundi geva gásarhold.

Seinni vóru 33 av íðkarunum sum vunnu heiðursmerki á Oyggjaleikunum – tey sum kundu møta - á pallinum. Tað ljóðaði av álvara av heiðursmerkjum í Varpinum, tá nógv av teimum sum vóru við at tryggja Føroyum 1 plássi á Orknoyggjum reistust úr stólunum.

Nógv vórðu fagnaði

[object Object]Mamma Janu, Ann Ellefsen, tók ímóti (Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaNAVNIÐ: Jana Mittún (Føroyar og Viborg HK)

- Eg eri í roynd og veru tikin av bóli. Har eru so nógv onnur, sum kundi vunnið hetta.

Hetta segði Jana Mittún á videoupptøku úr Viborg. Landsliðsprofilurin fekk ikki verið í Varpinum, men hon fegnaðist um stóra heiðurin. Mamma hennara, Ann Ellefsen, tók ímóti glassteypinum.

22-ára gamla hotvíkskvinann hevði eitt stór 2025, har avrikini á landsliðnum í HM-endaspælinum skaraðu framúr.

Hini tilnevndu vóru: A-landsliðið hjá monnum í fótbólti og  Vár Guriardóttir Hansen (Rógving)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ: U21-landsliðið í hondbólti

Ein HM-bronsa talar fyri seg.

- Eg veit ikki, um tað enn er gingið upp fyri okkum, hvat vit framdu í summar. Tað var ófatiligt. Men vit eru ógvuliga ernir, staðfesti Torstein Sivertsen, málverji.

Hini tilnevndu vóru: Pauli Joensen (Inniróður – Tindur) og Marin Danielsen (Amboðsfimleikur - Havnar Fimleikafelag)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaVENJARIN: Hjalti Mohr Jacobsen & Djóni Gaard Joensen (U21-landsliðið í hondbólti

Nakrar vikur eftir FM-finalurnar móti hvørjum øðrum sum venjarar hjá ávikavist Kyndli og H71, leiddu teir Føroyar til eina søguliga bronsu í U21 HM-endaspælinum í Póllandi.

- Tað snýr seg um at fáa tað besta fram í spælarunum, og tað er millum annað við at fáa teir at trívast væl, søgdu venjarnirni báðir

Hini tilnevndu vóru: Sámal Jákup Djurhuus (Stjørnan) og Durita Knudsen Poulsen (Støkk)

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaFELAGSKAPURIN: Hósvíkar Róðrarfelag

Í grundgevingunum varð millum annað nevnt, at felagið av álvara er savnandi fyri alla bygdina – og partvíst eisini fyri Sundalagið. Hetta er millum annað eftir róðrar tá savnast verður til máltíð í neystinum

Hini tilnevndu vóru: Svimjifelagið Hellufossur (Kvívík) og Havnar Tennisfelag

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaELDSÁLIN: Jórun Biskopstø og Jórun Frimansdóttir Jacobsen (KÍ)

- Man fær so nógv aftur við at geva nakað, staðfesti Jórun Biskopstø

Ein heimasigur, sum Jógvan Skeel Nolsøe tók til. Klaksvíkskvinnurnar hava í langa tíð syrgt fyri so góðum karmum sum møguligt til eitt ótal at fótbóltsspælarunum. Fert tú á Djúpumýru, so er góður møguleiki fyri, at Jórun&Jórun eru har: Tvær ímyndir.

Hini tilnevndu vóru: Andrias Sumberg (Suðuroyar Judo) og Anna Dam (H71)

ÍtróttaLØTAN: Seinasta løtan av søguliga HM-sigrinum hjá Spania *

Hesa virðisløn sluppu føroyingar at atkvøða fyri – á Sona appini – og við 46 prosentum av atkvøðunum (nakað yvir túsund) vunnu hondbóltskvinnurnar fyri fantastisku løtuna eitt november-kvøld í Trier.

Rakul Wardum bjargaði enn einaferð, Jana Mittún skoraði enn einaferð, og so var villur føroyskur fagnaður

Hini tilnevndu vóru: Avgerandi málið til 2-1 móti Kekkia í søguliga sigrinum (Fótbóltsmenninir) og tá Rúni Øster ognaði Benjamin Gunnarstein finalusigurin á Oyggjaleikunum (Badminton)

Hetta er nýggjur heiður

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

ÍtróttaSÓLSTRÁLAN: Hansina Nesá (Flog)
Hetta verður latið til ungan persón, sum á ymsan hátt hava jaliga ávirkan í sínum felagi við millum annað sínum lyndi.

- Hon er við at geva felagnum lív og ger at øll kenna seg væl at koma til venjing, varð millum annað sagt um unga fimleikavenjaran.

Hansina Nesá varð tikin av bóli, tá unga syðrugøtukvinnan stóð fyri venjing á Kambsdal.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Heiðursskjal Poul E Petersen: Jústines Justinussen (StÍF)

- Endamálið við skjalinum er at heiðra teimum, sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hava tænt føroyska ítróttinum.

Hetta hóskar sanniliga til Jústines Justinussen. Hann hevur í í ein mansaldur verið ein ímynd í føroyskum hondbólti og serliga í StÍF: Sum spælari, venjari, fyriskipari
– sum heild ein eldsál sum framvegis er fleiri tímar í høllini.

- Tað kennist nærum tómt, um man ikki hevur verið í høllini ein dag,

Eins og við ÍtróttaSÓLSTRÁLUNI var ikki nøkur tilnevning her. Ein nevnd tók avgerð um heiðurin

Grundgevingar fyri tilnevningunum kunnu allar lesast á isf.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder