Fótbóltur

Annar venjingardysturin verður móti Singapor

Nú er greitt, at Føroyar skulu spæla venjingardyst móti Singapor 26. mars og móti Sameindu Emirríkjunum 30. mars.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-08 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at fyrri landsdysturin á venjingarleguni hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í Sameindu Emirríkjunum verður ímóti Singapor hósdagin 26. mars í Dubai.

Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu síni.

Tað verður í døgunum 23. til 31. mars, at manslandsliðið fer á venjingarlegu í Sameindu Emirríkjunum.

Umframt dystin móti Singapor verður spælt móti Emirríkjunum mánadagin 30. mars.

Singapor og Emirríkjini eru nummar ávikavist 148 og 68 á FIFA-styrkilistanum. Føroyar eru í løtuni nummar 125 á listanum.

Venjingarlegan í Sameindu Emirríkjunum er týðandi partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League 2026-2027, sum verður spælt í heyst, og lutakastið til UEFA Nations League verður í Brússel í næstu viku, hósdagin 12. februar.

Í juni verða aftur tveir venjingardystir á skránni, men hvørji mótstøðulondini vera, er ikki komið uppá pláss enn, skrivar Fótbóltssambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder