Hondbóltur

Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørt avtalu við Aarhus Håndbold

Sum vit skrivaðu um í gjárkvøldið, skiftir 22-ára gamli spælskiparin úr svenskum hondbólti til Danmarkar. Aarhus Håndbold er í løtuni í uppflytingastríðið í næstbestu donsku deildini.

Rói hevur júst verið til EM. Nú hevur felagið, har landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen er partur av leiðsluni, hevur í dag kunngjørt Róa á Skipagøtu sum ein av sínum nýggju spælarunum frá næsta kappingarári av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rói hevur júst verið til EM. Nú hevur felagið, har landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen er partur av leiðsluni, hevur í dag kunngjørt Róa á Skipagøtu sum ein av sínum nýggju spælarunum frá næsta kappingarári av (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-09 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rói Ellefsen á Skipagøtu er í gongd við sítt triðja og seinasta kappingarár í svenskum hondbólti.

Hetta er endaliga greitt, nú 22-ára gamli hoyvíkingurin hevur gjørt avtalu við Aarhus Håndbold, og danska 1.Divisions-felagið hevur kunngjørt hana.

Portalurin kundi í gjár, sunnudagin, bera tíðindini um, at Rói Ellefsen á Skipagøtu skiftir felag í summar. Og at tað eftir øllum at døma var til danskan hondbólt. Nú er staðfest og navn sett á nýggja felagið.

Sí eisini: Rói Ellefsen á Skipagøtu skiftir felag í summar

Felagið, har landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen er partur av leiðsluni, hevur í dag kunngjørt Róa á Skipagøtu sum ein av sínum nýggju spælarunum frá næsta kappingarári av.

- Vit eru bæði errin og fegin um, at tað eydnaðist at fáa Róa við á liðið. Vit hava stórar væntanir til, at tann skjóti bakspælarin kann vera við at menna okkara lið, sum kappast í oddinum í 1. Division.

Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh spældu í tvey ár við Aarhus Håndbold, áðrenn teir skiftu til ávikavist Ribe-Esbjerg og H71 síðsta summar.

Harvið flytir landsliðsspælarin úr Jönköping til Aahus í summar - úr bestu svensku deildini til næstbestu ella bestu donsku deildina.

Arhus Håndbold liggur í løtuni á 3. plássi í næstbestu donsku deildini. Hetta gevur play-off dystir til uppflyting í bestu deildina. Trý stig er upp til beinleiðis uppflyting, og tvey stig eru niður til Team Sydhavsøerne (Pauli Mittún og Pætur Mikkjalsson) 

Sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder