Fótbóltur

Víkingurin: Andrias valdur sum dagsins maður hjá Verona

Føroyingurin vann "Yellow Heart"- heiðurin hjá fjepparunum í sínum fyrsta dysti. Hetta fyri serliga sítt verjukenda avrik.

Andrias Edmundsson smæddist ikki burtur í fyrsta Serie-dystinum, og sum tølini vísa á, vann føroyingurin millum tíggju nædystir í málleysa javnleikinum (Mynd: Hellas Verona FC)

Andrias Edmundsson smæddist ikki burtur í fyrsta Serie-dystinum, og sum tølini vísa á, vann føroyingurin millum tíggju nædystir í málleysa javnleikinum (Mynd: Hellas Verona FC)

2026-02-09 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjakvøldið var ein føroyingur á fyrsta sinni at síggja í Serie A. Talan var ikki um nakran góðan fótbóltsdyst sum heild, og Hellas Verona fekk ikki ynskta úrslitið í botndystinum móti Pisa, men Andrias Edmundsson var við at halda málið reint.

Sí eisini: - Hann er ein risi: Andrias við at halda málið reint í fyrsta Serie A-dystinum

Eftir eina skinkluta byrjan, stóð 25-ára gamli toftamaðurin seg væl. Andrias Edmundsson smæddist ikki burtur, og sum tølini vísa á, vann hann millum tíggju nædystir í málleysa javnleikinum.

Føroyski landsliðsmiðvallarin stóð eisini rætt fyri sjey ferðir (blokeringar), og vann bóltin seks ferðir í fyrstu royndini á hægsta stigi í Italia.

Hesi tølini vísir almenna síðan hjá Hellas Verona á. Síðan sum í dag hevur kunngjørt, at Andrias Edmundsson í sínum byrjanardysti vann sonevnda "Yellow Heart-heiðurin". Hetta merkir, at  fjepparar felagsins kjósaðu føroyingin sum dagsins spælara.

[object Object]
Dagsins maður - við tølum - hjá Verona (Mynd: Hellas Verona FC)

[object Object]

Á sosialu miðlunum hjá Hellas Verona sást eisini, at nógvir fjepparar - hóast ónøgd við úrslitið - fegnast um nýggja føroyska spælaran. Millum annað verður Andrias Edmundsson skýrdur at vera ein "Viking-warrior" (ein veuligur víkinga-stríðsmaður), og ein sum skaraði framúr.

Næsta uppgáva hjá Hellas Verona, sum er aftast í Serie A, er móti Parma sunnudagin 15. februar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder