Annað

Vágamenn økja

Sandavágs Talvfelag otaði seg eitt hálvt stig aftrat frá kappingarneytanum Havnar Telvingarfelag í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin. Trý stig eru nú á muni, og trý umfør eru eftir.

2026-02-10 06:55 Author image
Innsent
placeholder

Tann heilt stóri spenningurin merkist ikki í 1. deild í ár. Sandavágsmenn stevna trygt fram á leið. At Rógvi Egilstoft bara fær verið við í einstøkum dystum tykist ikki at bila hjá teimum. 3-1 móti B-liðnum hjá Havnini mundi vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.

Hjá meistaraliðnum úr Havn munaði tepri sigurin á Klaksvík B ov lítið, ætla teir at fáa oddaliðið aftur. Trý remis kundu bent á, at tað yvirskot, sum krevst hjá vinnandi liði, er ikki har í ár. Uttan Helga Dam Ziska verður møtimikið hjá Havnar Telvingarfelag at standa seg í kappingini við Sandavágs Talvfelag.

Spenningurin, sum trýtur í toppinum, er afturímóti í botinum. Har stendur nú á jøvnum millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík.

Við frálíkum sigri sunnudagin togaði A-liðið hjá Klaksvík seg upp úr deyðavatni, og nærkast nú A-liðnum hjá Havnini.

1. deild - 7. umfar 

Havnin (B) - Sandavágur (A) 1-3

Elias Petersen - Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Petur G. Magnussen - Jón í Horni Nielsen 1-0
Flóvin M. Tummasarson - Silas Eyðsteinsson 0-1
Margar Berg - Torkil Nielsen 0-1

Havnin (A) - Klaksvík (B) 2½-1½

Luitjen A. Apol - Haldur S. Johansen 1-0
Martin Poulsen - Wille Olsen ½-½
Carl Eli Samuelsen - Ingolf Gaard ½-½
Sjúrður Thorsteinsson - Rani Nolsøe ½-½

Klaksvík (A) - Sandavágur (B) 3½-½

Ólavur Simonsen - Bernhard Augustinussen 1-0
Rani Baldursson - Jón Atlason ½-½
Heðin Gregersen - Ingi Wiberg 1-0
Terji Petersen - Johnny Petersen 1-0

1. deild (støðan)

1. Sandavágur 20½
2. Havnin 17½
3. Klaksvík 15
4. Havnin (B) 12
5. Sandavágur (B) 9½
6. Klaksvík (B) 9½

Kollfirðingar cruisa

Sjálvt um oddaliðið heldur óvæntað tapti sunnudagin, so tykist eingin vandi vera á ferð hjá kollfirðingum, sum hava toluliga tryggja leiðslu. 

Tann annars so tryggi akkersmaðurin hjá kollfirðingum setti frúnna í deyða í ódramatiskari støðu, og so fór aldursforsetin á annars blaðungu havnarmanningini avstað við sigrinum fyri bæði borð og dyst.

Toftir hevur framvegis góðan møguleika at fáa kollfirðingar aftur, men so skal vend kom í, og fleiri stig á kontuna í hvørjum dysti, sum eftir er.

2. deild - 7. umfar

Kollafjørður - Havnin (B) 1½ - 2½

Árant Djurhuus - Jaspur T. Gaard 0-1
Rógvi Mørkøre - Lisa J. Xin 1-0
Markus Jacobsen - Brestir Samuelsen ½-½
Ingi Højsted - Herbert Holm Johannesen 0-1

Toftir - Rókur 2½ - 1½

Andrias Danielsen - Kim Durhuus 1-0
Bogi Ziska - Gunnar Joensen 1-0
Jógvan I. Hansen - Benni Poulsen ½-½
Jón Magnus Joensen - Fróði Zachariassen 0-1

Klaksvík - Havnin (A) 2-2

Tummas M. Sólsker - Heiðrikur Jacobsen 0-1
Einar Gregersen - Øssur Joensen 1-0
Rógvi H. Olsen - Jóannes Guttesen ½-½
Mannbjørn Anthoniussen - Poul Poulsen ½-½ 

2. deild (støðan)

1. Kollafjørður 17½
2. Toftir 15½
3. Klaksvík 15½
4. Havnin (B) 14½
5. Havnin (A) 13
6. Rókur 8

Spenningur í 3. deild

Hørð kapping stendur um uppflyting í 2. deild.

Vestmenningar eru á odda, men kollfirðingar eru í hølunum á teimum. Vinna kollfirðingar 2. deild og flyta upp í bestu deildina, so er her eitt gylt høvi hjá teimum at varðveita sætið í næstbestu deildini og sostatt hava lið í báðum fremstu deildunum.

Vestmenningar vilja í sínum lagi sjálvsagt longur fram, og munnu tí vera altráir at vinna í ár, so at teir aftur kunnu ferðast í heldur hægri luftløgum.

3. deild - 7. umfar

Vestmanna - Kongshavn 2½ - 1½

Samson Højgaard - Eyðun Lamhauge 1-0
John Jacobsen - Rúni Jacobsen ½-½
Jón Mikkelsen - Mainhard Danielsen ½-½
Jóhan Vørmadal - Jens á Líknargøtu ½½

Gøta - Sandavágur 2-2

Reinhold Isaksen - Hans Kári Hansen 1-0
Petur Páll Mikkelsen - Hjalti Petersen ½-½
Jákup F. Joensen - Torkil Petersen 0-1
Andrias Gøthe - Jamil Emil Jacobsen ½-½

Kollafjørður - Klaksvík 3-1

Bernhard Thomsen - Hanus á Lógv (e) 1-0
Karl M. Dahl - Hanus á Lógv (y) ½-½
Virgar Fagraklett - Bogi á Kósini ½-½
Signar Kristiansen - Leif Anderssen 1-0

3. deild (støðan)

1. Vestmanna 17½
2. Kollafjørður 16½
3. Kongshavn 14½
4. Sandavágur 14½
5. Gøta 12½
6. Klaksvík 8½

Suðuroyingar á odda

Fremstu liðini í báðum bólkunum, sum hava kappast í 4. deild, eru nú í einum finalumfari í nýggjari 4. deild - hinir eru fyri seg í nýggjari 5. deild.

Enn eru bara tvey umfør farin í umskipaðu deildunum, men í løtuni er felagið í Suðuroy á odda í 4. deild. Sunnudagin telvaðu Eyðun Nolsøe, Alvin Joensen, Fríði Stenberg og Bjarni Nielsen á liðnum hjá Suðuroyar Talvfelag.

4. deild (2. finaluumfar)

Havnin (B) - Suðuroy 1½-2½
Sandavágur - Rókur 1-3
Havnin (A) - Sandavágur (A) 1½-2½

4. deild (støðan)

1.Suðuroy 6
2. Sandavágur 4
3. Rókur 3½
4. Sandavágur (B) 3½
5. Havnin 3½
6. Havnin (B) 3½

5. deild - 2 umfar

Kollafjørður - Strendur 1-3
Toftir - Gøta 2-2

5. deild (støðan)

1.Kollafjørður 4
2. Strendur 3
3. Gøta 3
4. Toftir 2
5. Rókur 1

Dystirnir í áttanda leikumfari í landskappingini í talvi verða sunnudagin 22. februar. Kappingin endar 14. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder