- Nú havi eg verið í Hallby í skjótt trý ár, og eg trívist ordiliga væl her. Men sáttmálin gongu út í summar, og tað er mest fyri at koma nærri damuni hjá mær og eitt sindur tættari at familjuni eisini - tað merkir nógv fyri meg nú. Og so haldi eg eisini, at Aarhus sum lið og 1. Division sum deild hóskar væl til mín.
Soleiðis greiðir Rói Ellefsen á Skipagøtu frá, tá landsliðsbakspælarin greiðir frá avgerðini at skifta felag í summar.
Portalurin kundi longu sunnukvøldið boðað frá, at spælskiparin fór at skifta úr Svøríki til Danmarkar, og skiftið varð endaliga kunngjørt mánadagin: Rói á Skipagøtu hevur gjørt tvey-ára sáttmála við Aarhus.
Sí eisini: Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørt avtalu við Aarhus Håndold
22-ára gamli hoyvíkingurin dylur ikki fyri, at persónlig viðurskifti hava nakað við avgerðina at gera. Unnustan, landsliðsspælarin Rannvá Olsen, er lesandi og spælidr hondbólt í Aarhus-økinum, og stóri danski býurin er nærri Føroyum - og Norðurtýsklandi.
![]()
Rannvá Olsen hevur síðani í summar búð og spælt hondbólt í Danmark - vestmannakvinnan sæst her til HM-endaspælið í Týsklandi í vetur. Málið hjá Róa á Skipagøtu og mandslandsliðnum er nú at spæla HM-endaspæl í Týsklandi í 2027 (Mynd: Sverri Egholm)
Í mun til stigið, so metir Rói Ellefsen á Skipagøtu hansara núverandi deild - tann besta í Svøríki - at sum heild vera ein sterkari tann tann næstbesta í Danmark.
Men Hallby er millum lægri liðini í Handbollsligaen, og Aarhus er í løtuni í uppflytingarstríði.
- Nummar tólv í Svøríki og umleið nummar trý í næstbestu donsku burdi, vónandi, verið umleið sama stig, og eg haldi, at Aarhus Håndbold hóskar væl til mín.
Í prátinum hjá Portalinum og FM1 við Róa í gjár staðfesti hoyvíkingurin, at nú hugsvnar hann seg bert um at enda vl í Hallby - og at halda liðnum uppi.
Málið hjá manslandsliðnum nú er greitt: HM-endaspælið.
- Tað kundi verið eitt stuttligt at møtt Kosovo í mai, tí venjarin hjá mær her í Hallby er venjari har eisini. Vit hava júst upplivað EM og alt rundanum og vilja bara aftur til eitt endaspæl, staðfestir Rói Ellefsen á Skipagøtu.
Les eisini: Føroya fáa góðar HM-fyritreytir
![]()
Rói Ellefsen á Skipagøtu í EM-fyrireikingardystinum við Tjarnir, har hann stóð seg væl (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald