Hondbóltur

Ársins dómarar í Føroyum skulu døma avgerandi dystir í Grønlandi

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe eru umbidnir - teir skulu ein túr til Nuuk síðst í mars til meistaraheitini hjá monnum og kvinnum.

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe í sambandi við steypafinalur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe í sambandi við steypafinalur í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-12 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grønlendska hondbóltssambandið hevur fyri stuttum vent sær til Føroya fyri at finna dómarahjálp til týðandi dystir.

Liðini har savnast til meistarakappingini í vikuni, sum byrjar 30. mars. Spælt verður í  eina viku. Av tí at tað er so torført at ferðast millum búplássini í stóra landinum, verða kappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum í roynd og veru avgreidd í somu viku í Nuuk.

Sum skilst hevur Ingi Olsen, ið áður hevur búð, starvast og verið landsliðsvenjari í Grønlandi, verið kontaktpersónur.

Vestmenningurin er framvegis knýttur at hondbóltssambandinum í Grønlandi sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum og hjá U20-monnum.

[object Object]
Ingi Olsen, her í uppgávu fyri Grønland í Føroyum. Dagliga er hann venjari í VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Og nú skulu fleiri føroyingar fremja uppgávur í Grønlandi. Tað er endað við, at Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe skulu til Grønlands at døma til stóru meistarastevuna síðst í mars og fyrst í apríll

Hetta hava Portalurin og FM1 fingið váttað.

Harvið fáa menninir, sum seinastu árini hava verið ársins dómarar í Føroyum, eina øðrvísi og spennandi avbjóðing í vár- beint fyri endaspælsdystirnar í føroysku landskappingini.

Vit hoyra frá teimum báðum dómarunum seinni í dag

[object Object]Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul S. Thomsen dømdu grannauppgerðina millum Kyndil og Neistan á Hálsi í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Dømingin í Grønlandi er eisini partur av einum tættari samstarvið millum hondbóltssambondini Ísland, Føroyar og Grønland - eitt samstarv sum formliga kom í lag í fjør sum partur av meira víðfevndari avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder