Fótbóltur

Hallur og Horsens verða verandi í Superligaini - Viljormur og Vejle fluttu niður

Hallur spældi allar 90 minuttirnar í dag. Viljormur var ikki við, tá ið Vejle tapti lagnudystin eftir longda leiktíð. Heini Vatnsdal kann framvegis flyta upp; Sonni Ragnar kann ikki.

Hallur fegnaðst saman við Viljormi, eftir at bakkurin hevur skorað brotsspark í Rumenia. Eftir í dag kundi miðvallarin fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur fegnaðst saman við Viljormi, eftir at bakkurin hevur skorað brotsspark í Rumenia. Eftir í dag kundi miðvallarin fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-19 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ein blandaður føroyskur dagur í donskum fótbólti, har tað tó mest var neiligt. Hallur Hansson og Viljormur Davidsen hava verið íblandaðir í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting úr bestu donsku deildini, og í dag fingu teir hvør sína lagnu. Liðini við Heina Vatnsdal og Sonna Ragnar Nattestad í hópinum hava stríðst fyri at fáa møguleikan at spæla um uppflyting, og eisini har gjørdist lagnurnar ymiskar. 

Hallur og Horsens: 
Eftir 1-0 sigur í Vendsyssel í fyrra dystinum spældu Hallur Hansson og núverandi liðfelagarnir 1-1 í seinna dystinum í dag. Michael Lumb legði heimaliðið á odda eftir hálvan tíma, og so skuldi Vendyssel hava tvey mál. Tað eydnaðist at skora til 1-1 í 83. minutti, men teir í gulum hildu fast, og eftir eitt hart vár, endaði tað væl hjá Horsens. Gamla liðið hjá Halli skal nú spæla tveir dystir um upp-niðurflyting móti nummar trý úr næstbestu deildini. Hallur Hansson leikti allar 90 minuttirnar á sentrala miðvøllinum. Tað er ikki vist, at føroyingurin heldur fram í Horsens. Í samrøðu við in.fo eftir dagsins dyst segði hann, at hann ikki vildi úttala seg konkret um sína framtíð nú, men at um nakrar fáar vikur er tað uppá pláss.

Viljormur og Vejle:
Tað gjørdist bert til eitt ár í Superligaini hjá Viljormi Davidsen og liðfeløgunum á hesum sinni. Vejle vann annars í Hobro í fyrra dystinum, men í dag endaði tað 0-1 eftir 90 minuttir, og í longdu leiktíðini skoraði Hobro aftur. Viljormur var ikki tøkur til hesar avgerandi dystirnar. Vinstri bakkurin fekk beinleiðis reytt kort í seinasta dystinum í niðurflytingarbólkaspælinum, og hann fekk tveir dagar leikbann. Hobro hevur tveir avgerandi dystir eftir; tað verður ímóti nummar tvey úr NordicBet deildini.

[object Object]
(Heini Vatnsdal; her í dysti á Malta í november - Mynd: Sverri Egholm)

Heini og Fremad Amager: 
Tað sá eina løtu út til, at liðið av Amager hevði tryggjað sær rættin at spæla tveir uppflytingardystir móti Vendsyssel, tá næstseinasta umfar í næstbestu donsku deildini var á skránni í dag. Heimaliðið var á odda 2-1 og 3-2, men Silkeborg avgjørdi dystin á Sundby Idrætspark í 88. minutti og helt harvið fast um 1. plássið, ið gevur beinleiðis atgongd til Superligaina. Heini Vatnsdal hevur verið skaðadarvaður, men hann kom inn, tá hálvur tími var eftir, og støðan var 3-2. Um Fremad hevði vunnið dystin, var 3. plássið tryggjað - nú skal liðið helst vinna í Viborg komandi vikuskifti. Viborg liggur eitt stig aftanfyri Silkeborg. Lyngby og Næstved eru eitt stig aftanfyri Heina og Fremad. 

Sonni Ragnar og Fredericia
Miðverjin hevur ikki fingið nógva spælitíð í Fredericia, síðani hann kom úr Molde í vetur; m.a. orsakað av skaðum. Liðið kundi við sigri í dag halda fast í møguleikanum at náa 3. plássinum, men Fredericia tapti 3-2 í Roskilde. Sonni Ragnar Nattestad kom inn í álopið í 84. minutti í einari roynd at leggja trýst. Slíkt hevur fyri tað mesta verið hansara leiklutur í felagnum, ið nú liggur á 6. plássi í NordicBet deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder