Fyrru hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vórðu spældar í kvøld - ein í Hoyvík og ein á Hálsi.
Í tí fyrrnevndu var eingin spenningur, men Neistin og VÍF varð ein gysari. Gestirnir byrjaðu annars ógvuliga illa og vóru aftanfyri 8-2, tá 14 og ein hálvur minuttir varð spældur.
Neistin var eisini frammanfyri við seks málum, tá tjúgu minuttir vóru eftir - eftir frálíka byrjan hjá teimum blákløddu í 2. hálvleiki. Men vestmannakvinnur vístu sinnisliga styrki. Verjan var sterk seinastu løtuna, har Neistin fekk lítið burturúr í álopinum og gjøriu nógv mistøk. Durita Christophersen Jojic skorði avgerandi málið, og VÍF hevur fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni.
![]()
VÍF skuldi stríðast og strevast móti Neista-verjuni, sum stóð væl í kvøld...
![]()
Men vestmannakvinnur kundu at enda fegnast á Hálsi (Myndir: Sverri Egholm)
Hoyr samrøður:
Ingibjørg Olsen: - Man nýtist bara at vera frammanfyri einaferð í dystinum
Marjun Danberg: - Vit loysa tað kanska ikki nóg væl í seinna hálvleiki
Neistin skal harvið til Vestmanna at venda tí sunnudagin, men tað er væl verri hjá hoyvíkskvinnum.
FM-vinnararnir fingu ongantíð tamarhald á dystinum móti steypavinnarunum, sum í fyrra hálvleiki vístu stórspæl í Hoyvík. Turið Arge Samuelsen skoraði 14 ferðir fyri Kyndil í kvøld, og sum heild fleyt spælið hjá teimum grønu væl. 36 ferðir skoraðu tær móti H71, ið ikki fekk vart fyri nøkrum serligum í kvøld.
Halsdóttir Weyhe-systrarnar (22 mál samanlagt) royndu í hinum endnaum, men 29-36 sum endalig støða sigur okkum, at Kyndil eftir øllum at døma skal aftur til Tjarnir at spæla steypafinalu leygardagin 21. februar.
![]()
Kyndil hevði tamarhald á dystinum - Gylta á Neystabø hevði fleiri góðar bjaringar (Myndir: Sverri Egholm)
Seinnu dystirnir verða spældir um vikuskiftið:
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald