Hondbóltur

Glóð í grannauppgerðini - men møguliga eingin spenningur leygarkvøldið

Kyndil hevði fleri streingir at spæla uppá og vann við seks málum á Neistanum í fyrru steypahálvfinaluni. Liðini spæla aftur leygarkvøldið.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-02-11 22:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvir áskoðarar høvdu stúgvað seg saman á Hálsi í kvøld, har grannarnir í høvuðsstaðnum brustu saman í fyrstu steypahálvfinaluni hjá monnum í 2026.

Kyndil livdi upp til favorittleiklutin. Føroyameistararnir fingu yvirtakið eftir eina løtu, og í steðginum var munurin fimm mál.

Verjuparturin hjá Kyndli gjørdi lítið torført hjá Neistanum, sum dúvaði nógv uppá at fáa bóltin út til Ári Arnason á vinstra vongi (Átta mál) ella Kristian Jensen (Seks mál). Men kyndlamenn stóðu væl og høvdu lættari við at koma til fríar møguleikar móti 5-1 verjuni hjá Neistanum.

Neistin saknaði Líðar í Dímun og Nikolai Bliznov ig stríddist fyri at hanga í. Eina løtu sá Kyndil veruliga út til at fara - at enda gjørdist munurin í inntensa dystinum seks mál (31-25)

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Nógv fólk, nógvur larmur og nógvir nærdystir á Hálsi (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Neistin - Kyndil

Hetta verður helst ov tungt hjá Neistanum at fáa fatur á leygarkvøldið (seinna hálvfinalan byrjar klokkan 19).

Teir hjá Kyndli skulu hugsavna seg um at avgreiða uppgávuna. So kemur liðið loksins aftur í eina steypafinalu.

Sí eisini: Toppskjúttarnir hjá Neistanum og Kyndli: - Einki er avgjørt hóast seks mál eru á muni til seinnu hálvfinaluna


Í morgin, hóskvøldið 12. februar, klokkan 20 spæla H71 og KÍF fyrstu hálvfinaluna sínamillum. FM1 sigur eisini frá hesum dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder