Klokkan 20 spæla H71 og KÍF í Kollafirði. Talan er um fyrru hálvfinaluna hjá hesum liðunum.
Í gjár vann Kyndil við seks málum í fyrru hálvfinaluni í London
H71 var síðsta vikuskifti í Kollafirði og vann stórt í landskappingini. Harvið standa steypavinnararnir úr Hoyvík sum stórfavorittar.
Pætur Nolsøe og Teitur Joensen vera til reiðar við mikrofonunum í Kollafirði i kvøld.
Í morgin, fríggjadagin 13. februar, klokkan 16 reikar Pætur fyri hondbóltssending. Har verður tikið saman um fyrru hálvfinalurnar og hugt fram móti seinnu hálvfinalunum um vikuskiftið.
Tormóður Petursson Djurhuus og Andrias Eriksen vera gestir.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald