Fótbóltur

Fótbóltsskýlið er aftur: Flytingar á breddanum í dag

Jákup á Borg og Niels Pauli Danielsen, ítrottarstjórar hjá ávikavist B36 og EB/Streymi, vitja FM1 klokkan 17.15.

Jákup á Borg, her sum B68-venjar í Streymnesi. Nú er hann aftur í B36, og í dag afara Jákup og Niels Pauli Danielsen úr EB/Streymir at tosa um sínar mannagongdir (Mynd: Sverri Egholm)

Jákup á Borg, her sum B68-venjar í Streymnesi. Nú er hann aftur í B36, og í dag afara Jákup og Niels Pauli Danielsen úr EB/Streymir at tosa um sínar mannagongdir (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-13 09:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kappingarbyrjan 2026 nærkast av álvara. Tríggjar vikur eru til fyrsta dystin i Meistaradeildini hjá monnum, og vit byrja av álvara at hita upp her á FM1 og Portalinum.

Frá nú av verður Fótbóltsskýlið hvønn fríggjadag á FM1. Í ár verður tað fast eftir tíðindini klokkan 17 - við fáum undantøkum.

Trygvi Absalonsen fer at hava ymiskar gestir, taka ymisk evni upp, umframt at hugt verður fram móti dystum, sum eru um vikuskifti.

[object Object]
Trúgvi Absalonsen er til reiðar til eitt nýtt kappingarár - í fyrsta partinum vitja menn sum taka sær 

Ítróttarstjórar leggja fyri

Fyriuttan venjingardystir - seinasta umfarið í VFF Kup - eru ikki dystir at tosa um hetta vikuskifti. Men tveir sum hava havt úr at gera hendan veturin eru Jákup á Borg og Niels Pauli Danielsen.

Teir hava spælt nógv, eru virknir sum venjarar á ymiskan hátt og eru ítróttarstjórar hjá ávikavist B36 og EB/Streymi.

Hvat inniber hetta? Hvørjar eru fyritreytirnar, hvussu langt eru teir komnir við fyrireikingunum, og hvussu er støðan í feløgunum og Føroyum sum heild.

Hetta hoyra vit meira um frá klokkan 17.15 - eftir tíðindini á FM1.

Lurta her - ella á vanligu frekvensunum

[object Object]Niels Pauli Danielsen hevur havt nógvar sáttmálasamráðingar síðani í 2024 (Mynd: EB/Streymur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder