Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum hevur úttikið 20 spælarar til UEFA-menningarkappingina, sum verður í Føroyum frá 27. februar til 4. mars.
Vitjandi londini verða Estland, Bosnia Hersigovina og Ísland.
Dystirnir verða á Tórsvølli. Fyrsta umfar verður spælt fríggjadagin 27. februar, annað umfar verður sunnudagin 1. mars, og triðja umfar í menningarkappingini er á skránni mikudagin 4. mars.
27. februar spæla Føroyar móti Estlandi, 1. mars spæla Føroyar móti Bosnia Hersigovina, og 4. mars hittast Føroyar og Ísland, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Hópurin, sum eru úttikin til kappingina, er:
- Sámal Nolsøe, 07 Vestur
- Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
- Carl Christian Codron, B36
- Filip Bendix Laursen, B36
- Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
- Marius Jónsson, EB/Streymur
- Villiam Sørensen, EB/Streymur
- Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
- Olivur Joensen, FC Suðuroy
- Leon Samuelsen, HB
- Andrew Poulsen, KÍ
- Markus í Mittúni, KÍ
- Emil Poulsen Linklett, KÍ
- Elias Justinus Begerau, Skála ÍF
- Boas á Reynatrøð, Víkingur
- Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
- Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
- Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
- Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
- William Hansen, Hvidovre IF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald