Róðrarsamband Føroya hevur sent boð eftir 16 rógvarum – átta kvinnum og átta monnum – at umboða Føroyar til heimsmeistarakappingina í inniróðri, World Rowing Virtual Indoor Championships 2026.
Úttøkan fevnir um ymiskar aldursbólkar, og er eitt greitt tekin um breiddina og styrkina í føroyskum inniróðri, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Kappingin er talgild og verður hildin yvir tvey vikuskifti. Innleiðandi umfør verða 21. og 22. februar, og finalur verða 28. februar.
Kappingin í ár verður talgild og skipað við heldur øðrvísi teinum enn vit kenna frá siðbundnu HM kappingunum í 2000 metrunum. Kappast verður í 1 minutt, 1000 metrum, og 5000 metrum.
Innleiðandi umførini verða rógvin í ítróttahøllini á Kambsdali, og finalurnar verða í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla.
Róðrarsamband Føroya skipar fyri felags føroyskum kappingarkarmum, og vónin er at síggja so nógv sum gjørligt – bæði rógvarar og áskoðarar, skrivar Róðrarsaqmbandið.
Tey, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesi:
U17
Vár í Húsinum
Kristvør K. Clementsen
17–18 ár
Poula Christiansen
Nóa Rúnason
Milan Guðjónsson
Pauli Joensen
Tóri Zachariasen
23–39 ár
Vár G. Hansen
Kristina Roest
Símun Heinesen
Hans José Poulsen
23–39 ár (LW)
Sarita K. Hansen
40–44 ár
Kristjan Madsen
45–49 ár
Jón Nónklett
Jóhanna av Steinum
55–59 ár
Jóna Danielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald