Fimta árið á rað eru kvinnurnar hjá Kyndli í steypafinaluni, og um eina viku skulu tær grønu aftur royna at verja heitið við Tjarnir.
Menninir hjá Kyndli eru í steypafinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2020 og skulu leygarkvøldið 21. februar eftir øllum at døma royna at taka heitið frá H71.
Hetta er greitt eftir seinnu steypahálvfinalurnar, sum vóru á Hálsi í kvøld.
Kyndilsvinnur taptu annars 32-33 fyri H71, men flotta spælið og sjey-máls sigurin hjá Kyndli í Hoyvík mikukvøldið gjørdu, at hetta bilti einki. Í steypahálvfinalunum snýr tað seg um samlaða máltalið, og har vóru steypavinnararnir seinastu tvey árini seks mál betri.
![]()
Samanlagt: 68-62 til Kyndil
Hoyr eisini: Tap á kvøldinum skalar ikki gleðina hjá Turið Arge Samuelsen
![]()
Kyndil legði eitt nóg stekt grundarlag í fyrru hálvfinaluni - eins og tá varð Turið Arge Samuelsen toppskjútti í kvøld (ellivu mál) Savnsmynd: Sverri Egholm
Menninir hjá Kyndli vunnu við seks málum í fyrru hálvfinaluni móti Neistanum. Í grannauppgerðini í kvøld var 6-2 eftir beint yvir seks minuttir, og tað gjørdist ongantíð spennandi á Hálsi í kvøld.
Kyndilsmenn vunnu 36-26 á Neistanum í kvøld og spældi seg harvið á tryggjan hátt í sína fyrstu finalu í seks ár. Hendan verður við yvir 99 prosent vissu móti H71, sum vann við 15 málum í fyrru hálvfinaluni í Kollafirði hóskvøldið.
Hoyr eisini: Rógvi Dal-Christiansen vónari eina spennandi og væl spælda steypafinalu
![]()
![]()
Samanlagt: 67-51
Í morgin, sunnudagin 15. februar, verða seinni hálvfinalurnar millum VÍF og Neistan (kvinnur - klokkan 16) og H71 og KÍF (menn - klokkan 19).
Pætur Nolsøe sigur frá báðum dystunum á FM1 - spenningur kann av álvara væntast í Vestmanna, tí bert eitt mál er á muni millum liðini undan seinna dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald