Tveir føroyskir landsliðspælarar hava spennandi uppgávur í stórum fótbóltslondum á skránni hendan sunnudagin seinnapartin.
Talan er um Geza David Turi og Andrias Edmundsson, sum skulu spæla í ávikavist FA Cup (4. umfari) og í Serie A (týðandi botndysti). Fyri Geza er tað galdandi, um baklærið loyvir tí.
Báðir dystirnir síggjast á stroymingartænastum - ávikavist á Viaplay og á TV2 Play - sum eisini eru knýttar at haldum hjá Televarpinum.
13.30: Grimsby Town - Wolverhampton Wanderers
4. umfar í FA Cup
Sæst á Viaplay
Gamaní er Wolves aftast í Premier League, við beinleiðis kós niður í næstbestu deildina, men hetta verður ein risauppgáva hjá Geza David Turi og Grimsby Town.
Tað eydnaðist liðnum úr fjórðbestu deildini at sláa Manchester United og onnur lið úr hægri deildum úr Carabao Cup. Eftir tríggjar sigrar á lægri liðum í FA Cup higartil, kemur Wolves nú til Blundell Park, har tað er útselt til dagsins dyst.
Geza David Turi hevur spælt í øllum hesum dystunum. So er spurningurin, um 24-ára gamli gøtumaðurin verður tveittur fyri úlvarnar seinnapartin.
Landsliðsmiðvallarin hevur havt stóran leiklut í góðu gongdini hjá Grimsby síðani á jólum: 10 dystir á rað ósigraðir og bert tvey mál ígjøgnum. Men mikukvøldið var Geza ikki í hópinum, tá Accrington Stanley vitjaði í League Two:
- Geza hevur bara havt eitt heldur stramt baklær, so vit ansa eftur honum. Men teir báðir (Geza og George McEachran, red) vera avgjørt til reiðar í næstu døgunum, segði venjarin David Artell eftir 1-0 sigurin mikukvøldið
Sambært bretskum miðlum, millum annað.birminghamworld.uk, er Geza David Turi heldur ivasamur, men "mest sannlíkt verður føroyski landsliðsspælarin tøkur til dystin móti Wolves". Ein spennandi uppgáva kann tað í øllum førum verða.
Tað er annað baklæið, ið argar Geza Turi nakað. Tó verður væntað, at føroyingurin veður í dystarhópinum til stóru uppgávuna í dag (Mynd: Grimsby Town)
Sí eisini: Gongur sum eftir ánni hjá Geza og Grimsby
14.00: Parma- Hellas Verona
25. umfar í Serie A
Sæst á TV2 Play
Andrias Edmundsson kom persónliga væl frá byrjan í Serie A fríggjakvøldið 6. februar - nakrar dagar eftir at Hellas Verona hevði keypt føroyingin fyri umleið tjúgu milliónir krónur. 25-ára gamli toftamaðurin og hinir hildu málið reint, og føroyingurin fekk nógv rós.
Sí eisini: Andrias valdur sum dagsins maður hjá Verona
0-0 á heimavølli móti Pisa var tó ikki eitt gott úrslit, og nýggja felagið hjá Andriasi er undir stórum trýsti í botnstríðnum í bestu italsku deildini.
Seks stig eru upp til niðurflytingarstrikuna, og tískil skal Verona hava stig í Parma í dag. Parma var serliga stórt í nítiárinum men liggur í løtuni á 14. plássi í Serie A.
Væntast kann at Andrias Edmundsson aftur skal spæla 90 minuttir sum vinstri miðverjuni hjá Verona seinnapartin.
![]()
Andrias Edmundsson kom væl frá uppgávuni í sínum fyrsta Serie A-dysti (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald