Í gjárkvøldið gjørdist endaliga greitt, at Kyndil verður umboðað í steypafinaluni hjá bæði kvinnum og monnum.
Les meira: Kyndil er í báðum vaksnamannafinalunum
Í kvøld veður greitt, hvørjum liðum Kyndil skal spæla ímóti við Tjarnir leygarkvøldið 21. februar.
16.00: VÍF - Neistin (24-23)
Tað er hjá kvinnunum, at tað kann gerast veruligt brak í dag. Neistin var á odda so at siga allan vegin á Hálsi mikukvøldið - við seks málum tá tjúgu minuttir vóru eftir. VÍF vann tó og er favorittur at spæla seg í finaluna, men tað er tætt undan seinnu hálvfinaluna.
19.00: H71 - KÍF (41-26)
Tað er ikki tætt í hesari uppgerðini, og einki bendir á, at tað verður meira enn ein avgreiðsluspurningur í Hoyvík, tá verandi steypavinnararnir í kvøld taka ímóti.
FM1 sigur frá báðum dystunum: Pætur Nolsøe verður til reiðar við viðmerkjarum - bæði í Vestmanna og í Hoyvík
Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum
Pætur Nolsøe og Tormóður Petursson Djurhuus til hálvfinalu á Hálsi - meira hondbóltur at hoyr í dag á FM1 (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald