Hondbóltur

Tað gekk ikki hjá Andriasi og hinum níggju

Verona var í undirtali, men tað var 1-1 eftir 92 minuttir. Tá avgjørdi Parma - føroyski miðverjin avrikaði annars aftur væl.

Andrias Edmundsson var stinnur í nærdystinu og ruddaði væl vekk í Parma (Mynd: EPA)

Andrias Edmundsson var stinnur í nærdystinu og ruddaði væl vekk í Parma (Mynd: EPA)

2026-02-15 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein ógvuliga ring byrjan og ein keðiligur endi kostaði hjá Hellas Verona, sum vitjaði í Parma seinnapartin.

Heimaliðið legði seg á odda við skoti stutt uttanfyri brotsteigin í 4. minutti, og í 12. minutti fekk Gift Orban beinleiðis reytt kort - eitt bíligt slíkt.

Harvið var av álvara mótbrekka hjá Andriasi Edmundsson og teimum, men teir fullu ikki í fátt. Teir stóðu væl ímóti í verjustøðu, og stutt fyri hálvleik vann Kieron Bowie gestunum eitt brotskast.

Tað umsetti Abdou Harroui trygt - við fyrsta skotinum á mál hjá Verona - og so snúði tað seg av av álvara um at verja. Tað dugir Andrias Edmundsson væl, og føroyingurin stóð eisini í sínum øðrum dysti í Serie A sterkur í myndini.

[object Object]
Mynd: Hellas Verona

25-ára gamli toftamaðurin stóð ofta væl fyri og hevði millum annað 11 "clearingar" - ruddaði bóltin sjálvur vekk ellivu ferðir. Andrias stóð fyri nógvum, og millum annað í byrjani av yvritíðini stútaði føroyingurin trý innlegg á rað sannførandi burtur.

Tíverri kom bólturin ikki í hansara øki í 93. minutti, tá Parma heldur lætt slapp til tvey innlegg. Fyrst kom málverjin út, en púra ótrýstur valdi hann at boksa heldur enn at lofta. Bólturin kom mitt út til danan Olver Sørensen, sum fann pannuna hjá Mateo Pallegrini við høgari sending.

Hann avgjørdi fyri Parma, og ógvuliga súrt hjá Andriasi Edmundsson, sum leingi vóru á veg móti einum virðismiklum stigi í undirtali.

Hetta var 25. umfar í Serie A, og nú 13 umfør eru eftir, er Hellas Verona seks stig frá bjargingini. Føroyingurin skal aftur í eldin fríggjakvøldið, tá botnliðið vitjar í Sassulo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder