Ein av teimum fýra steypafinaluppgerðunum hjá teimum vaksnu gjørdist spennandi, og tað var hon til tað seinasta.
Gysarin í Vestmanna endaði hóskandi við, at Fríða Nolsøe Olsen legði VÍF á odda við einum samanlagt, og at Ida Mai Nielsen síðani bjargaði. Danski málverjin stóð væl og syrgdi í seinastu sekundunum fyri, at dysturin ikki fór í longda leiktíð.
![]()
Ida Mai Nielsen fegnast eftir enn eina bjarging (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hoyr eisini: Ida Mai Nielsen: - Hatta var ein stríðssigur
Fríða Nolsøe Olsen var fullkomiliga flúgvandi eftir steðgin. Kviki bakspælarin skoraði níggju av teimum seinastu 10 málunum hjá VÍF, og 13 av teimum 25 málunum í 25-25 javnleikinum. Tað seinasta var eitt ísakalt brotskast.
![]()
Fríða Nolsøe Olsen fegnast um eitt av sínum 13 málum
Ein inntensur dystur í Vestmanna (Myndir: Jens Kr. Vang)
Sí fleiri myndir frá dystinum her
Neistin var annars á odda við trimum málum (13-16) í steðginum og harvið tveimum málum samanlagt. Neistakvinnur vóru sum heild á odda størsta partin av uppgerðini, men eins og á Hálsi mikukvøldið, haltaði tað at skora í 2. hálvleiki í kvøld.
Dysturin var ógvuliga tættur og inntensur. Tað endaði ikki við endurtøku av havnarfinaluni frá í fjør - heldur skulu vestmannakvinnur fyri fyrstu ferð síðani 2020 spæla steypafinalu.
Tað verður móti Kyndli leygarkvøldið klokkan 17 við Tjarnir. Meira um hesa finaluna í vikuni - og leygarkvøldið verða FM1 og Portalinum á staðnum við Tjarnir.
Sagt veður eisini frá í Hoyvík klokkan 19, tá H71 skal staðfesta finaluplássið. Tað endaði 41-26 í fyrru hálvfinaluni móti KÍF.
![]()
Samanlagt: 49-48 til VÍF
Toppskjúttar: Fríða Nolsøe Olsen, VÍF (13 mál) og Hervør Niclasen, Neistin (7 mál)
![]()
![]()
![]()
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald