- Vit fara at fáa onkrar spælara afturat í hópin - millum annað ein bakk/vong úr Gambia.
Hetta staðfesti Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri hjá EB/Streymi, í sendingini Fótbóltsprát á FM1 fríggjadagin.
Seinni sama kvøld kunngjørdi EB/Streymur gambiska Ba Lamin Sowe:
- Lamin er ein vinstrabeintur og fjølbroyttur leikari, sum kann dekka fleiri pláss á vøllinum. Hann er vanur at spæla á báðum kantum og kann eisini røkja leiklutin sum vinstri bakkur.
EB/Streymur skrivar millum annað eisini, at Lamin hevur umboðað gambiska U20-landsliðið og var longu sum 17 ára gamal partur av liðnum, sum vann bronsu í AFCON U20 - eisini hevur hann roynt at vunnið silvur í somu kapping og spælt U20 HM við vestafrikanska landinum.
– Hann er ein fjølbroyttur leikari, sum kann dekka fleiri pláss, millum annað báðar kantarnar og vinstra bakk. Hann er sterkur á bóltinum og hevur øgiliga renniorku. Vit síggja stórt útviklingspotentiali í Ba Lamin, og vænta at hann kemur at styrkja væl um okkara hóp, staðfestir Niels Pauli Danielsen.
![]()
Niels Pauli Danielsen og Lamin - sum fleiri aðrir hjá EB/Streymi seinastu árini, hevu hann skrivað undir tvey ára sáttmála (Mynd: EB/Streymur)
Í kvøld er 20 ára gamli Marius Kallestrup Nielsen kunngjørdur í Streymnesi. Danin er fyrst og fremst miðvallari, sum hevur spælt ungdómsfótbólt í Silkeborg IF og hevur síðani roynt seg í lægri donskum deildum, seinast í Kjellerup IF í danmarkseriuni.
- Marius er ein rennisterkur box til box leikari. Hann er sterkur á bóltinum og ein móti einum, og hevur eitt gott spark. Vit eru fegin um at knýta hann til okkara hóp, staðfestir ítróttarstjórin.
Harvið legst Kallestrup Nielsen afturat Lamin og landsmanninum Laurits Nørby sum nýggir útlendskir spælarar hjá EB/Streymi. Liðið hevur eisini fingið Fríða Holm, úr FC Suðuroy (leiga), í hópin í vetur.
Sí eisini: Høgur danskur miðverji gjørt sáttmála við EB/Streym
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald