Hondbóltur

Video: Sigurin hjá Skipagøtu á Magdeburg

Hetta var fyrsta tapið hjá oddaliðnum í ár. Elias Ellefsen á Skipagøtu var við í nógvum málum og gav Magnus Saugstrup og hinum stórt høvuðbrýgg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-16 10:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel-álopið byrjaðu ikki væl móti sterku Magdeburg-verjuni, men í 2. hálvleiki skoraði Kiel heili 21 ferðir og vann við tveimum.

 Sí meira: Elias og Kiel koppaðu Champions League-vinnarunum og oddaliðnum

Hetta var millum annað nummar 71 at takka: Elias skorði samanlagt fýra mál, legði upp til fýra afturat og vann eisini Kiel trý brotskøst.

Eitt mál hjá føroyinginum, umframt tvey upplegg, síggjast í videobrotinum ovast - tað er eisini á Youtube-rásini hjá Dyn Handball

Gonzalo Perez Dé Vargas stóð eisini ein góðan dyst í Kiel-málinum.

Hetta var fyrsta tapið hjá Magdeburg í hesum kappingarárinum, og talan var um flott avrik hjá føroyska spælskiparanum og hinum móti Champions League-vinnarunum.

Sí støðuna í Bundesliguni her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder