Hondbóltur

Súna Krossteig Hansen toppskjútti í týðandi Skanderborg-sigri

Føroyski bakspælarin skoraði seks mál móti liðnum hjá Rakul Wardum, og Skanderborg er nú tvey stig frá niðasta plássinum.

Súna Krossteig Hansen í søgulig sigrinum á Spania í HM-endaspælinum. Síðani danska deildin byrjaði aftur, hevur hon spælt spælt ógvuliga væl fyri Skanderborg (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen í søgulig sigrinum á Spania í HM-endaspælinum. Síðani danska deildin byrjaði aftur, hevur hon spælt spælt ógvuliga væl fyri Skanderborg (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-16 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Súna Krossteig Hansen er í gongd við seinastu tíðina í Skanderborg, har hon skal royna at vera við at bjarga liðnum plássið í bestu donsku deildini, áðrenn leiðin gongur til Montenegro.

Og í 2026 hevur gingið fínt hjá føroyska bakspælaranum og liðið hennara. Skanderborg er ikki longur niðast - í gjár vann Skanderborg lykladyst í Ringkøbing.

Ringkøbing var annars á odda í steðginum, men í tætta dystinum var útiliðið omaná og vann 30-28.

Súna skoraði fleiri týðandi mál, og føroyingurin skeyt eisini flest mál í dystinum: Seks.

Kviki føroyingurin er eisini skrásett fyri eitt upplegg og eitt vunnið brotskast.

Rakul Wardum var bert inni til eitt brotskast, so tað gjørdist ikki veruliga ein føroyingauppgerð. Stephanie Christensen bjargaði 14 skotum, so føroyski landsliðsvmálverjin slapp ikki veuliga framat.

Sigurin hjá Skanderborg merkir, at tvey stig eru niður til Bjerringbro, sum er niðast í Kvindeligaen. Tvey stig eru upp til Rakul og Ringkøbing.

Sí eisini: Jana og Viborg víðari í Evropa


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder