Fótbóltur

Hesar skulu við til Kypros og Grikkaland

Kvinnulandsliðið í fótbólti skal spæla ein venjingardyst og ein HM-undankappingardyst á útivølli í næstum.

(Savnsmynd: FSF)

(Savnsmynd: FSF)

2026-02-16 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti hevur tvær spennandi avbjóðingar fyri framman.

2. mars skulu tær spæla venjingardyst móti Kypros á miðjarðarhavsoynni, og fimm dagar seinni er HM-undankappingardystur móti Grikkalandi á skránni.

Eitt serligt við hesi ferðini er, at Heidi Sevdal fær møguleika fyri at runda sín landsdyst nummar hundrað á hesi ferðini

Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari, hevur tikið hesar út til dystirnar:

Óluva A. Joenssen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Himmeland, KÍ
Eyðvør Klakkstein, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sólja Ernstdóttir, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Gunnvá Lützen, HB
Teresa Jacobsen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Sara Samson Shaki, HB
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB
Heidi Sevdal, NSÍ
Anna Caroline Brændstrup, Gel Vicente (Portugal)
Ásla Johannesen, Piteå (Svøríki)
Fridrikka Maria Clementsen, ÍBV (Ísland)

Talan er um ein hóp av royndum landsliðsleikarum. Einasta av hesum, sum enn ikki er skrásett fyri nakran landsdyst, er Súsanna Laksáfoss Godtfred, sum tó hevur verið partur av landsliðshópinum fyrr.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder