Kappingarárið nærkast, og liðini í Meistaradeildini halda á at fáa seinastu snøklarnar uppá pláss í hópunum.
Um vikuskifti kunngjørdi EB/Streymur sáttmála við tveir útlendskar spælarar, og í dag hava bæði B68 og NSÍ kunngjørt spælarar úr ávikvist Serbia og Svøríki: Ein skal hjálpa álopspartinum hjá B68, meðan hin skal hjálpa at verja fyri hinumegin heyggjarnar.
Sí eisini: Ítróttarstjórar: Liðini eru betri fyrireikaði og betri fyri nú
21-ára gamli Jovan Goronjic verður lýstur sum "spennandi kretivur offensivur miðvallari", sum skiftir Serbia út við Svangaskarð. Skapandi og álopskendi hevur roynt at verið á vølli í bestu deildini í heimlandinum, og skal nú spæla fyri B68 - sum hevur høvuðsvenjara og hjálparavejara við uppruna úr júst Serbia.
Jovan Goronjic hevur verið til royndarvenjing og hevur sum skilst roynst væl, millum annað við máli á Argjum. Nú hava partarnir gjørt sáttmála.
![]()
Jovan Goronjic hevur gjørt vart við seg í venjingardystum, og sáttmáli spurdist burturúr á Svangaskarði (Mynd: B68)
NSÍ gjørdi sáttmála við serbiska miðverjan Nikola Kovacevic í síðstu viku. Nú er enn ein útlendskur spælari komin til verjupartin.
Seinnapartin skrivaði NSÍ, at málverjin Tom Amos er komin. 28 ára gamli sviin hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála, og skal hann kappast við lokala Kristian Joensen.
- Tom hevur fingið sína fótbóltsuppaling í IFK Gøteborg, har hann leikti við U17 og U19 liðnum. Sum senior leikari hevur Tom fyrst og fremst spælt í svensku 2. og 3. bestu deildini, og hann hevur eisini leikt eitt ár í Hapoel Beer Sheva, ið spælir bestu deildini í Ísrael.
196 sentimetrar høgi svenskarin verður lýstur ein sterkur málverji við millum annað góðari plasering, tryggari handfaring og greiðum samskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald